Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Reyða strikan vísir Ovarugøtuna sum nú skal brúkast um tú ætlar tær at ganga framvið vatninum.

Reyða strikan vísir Ovarugøtuna sum nú skal brúkast um tú ætlar tær at ganga framvið vatninum.

Nípuhagi fer nú undir eina líknandi skipan sum hon í Mykinesi, har tað kostar at ganga í haganum.

- Hagin er undir sera nógvum trýsti frá teimum mongu ferðafólknum. Tey vitja hvønn dag og í øllum veðri. Hagafuglurin er mestsum horvin og seyðurin trívist so illa úti á Trælanípuni, at lombini viga minni enn tey plagdu. Soleiðis verður sagt í eini fráboðan frá hagastýrinum, sum samstundis boðar frá, at frá mánadegnum verður ein nýggj skipan sett í verk saman við hiking.fo, har gjaldast skal fyri hvønn sum fer til gongu eftir Ovarugøtu, og at gøtan fram við vatninum verður stongd, tí hon er so illani slitin.

Gunnar K. Nattestad sum er í hagastýrinum sigur við VP, at ætlanin sum so ikki er at raka føroyingar við hesum, tí skúlaflokkar og onnur sleppa framvegis at ganga frítt.

- Men fólk ganga alt døgnið, og vit vilja eisini avmarka tað soleiðis, at bert er loyvt at ganga ímillum kl 7 og 19, so heiðafuglurin ikki skal vera so nógv órógvaður. Gunnar K. Nattestad leggur dent á, at tað eru fyrst og fremst teir nógvu útlendingarnir sum ætlanin er at fáa pengar frá.

- Vit hava stongt portrið niðri við Leitisvatn, so nú er bert gangandi eftir Ovaru gøtu. Eitt stórt økið er illa slitið, so her má ein gøta gerast fram við vatninum. Til hon verður liðug, skal einans Ovaragøta brúkast at ganga eftir, verður sagt.

Fyribils er gjaldið bert galdandi fyri hópar sum fara út, ímeðan einstaklingar sleppa undan. Tó er ein bússa við portrið, har fólk sjálvboðin kunnu gjalda. Pengarnir sum koma inn fara til at gera eina gøtu niðan á Trælanípu, og eina gøtu framvið vatninum og annars til viðlíkahald og ábøtur.

- Vit seta hetta í verk mánadagin 11/6-2018 – Eftir hetta skulu allir túrar frammanundan gjaldast á www.hiking.fo, sigur hagastýrið í fráboðan í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo