Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og LATIÐ TYKKUM IKKI AFTUR LEGGJA UNDIR TRÆLDÒMSOK! (Gal. 5:1). 

Danska grundlógin er samd við bíbilsku skriftunum: ”Den personlige frihed er ukrænkelig”! §71

Aftur til bíbliuna. Mordokai varð ikki forfylgdur av tí at hann var ein jødi. Hann varð forfylgdur av teirri grund, at hann ikki vildi boyggja seg ella sleiska fyri Haman, ei heldur vildi hann vísa honum ta virðing ið Haman kravdi.

Profetarnir vórðu ikki forfylgdir tí teir hoyrdu til Guds fólk, nei, teir vórðu forfylgdir tí teir talaðu ímóti myndugleikunum.

Blóðvitnini (martýrarnir) vórðu ikki forfylgd tí tey vóru kristin; Tey vóru forfylgd av teirri grund, tí tey vildu ikki tilbiðja keisaran.

Valdensarnir, Albigensarnir, Huss, Luther og mong mong onnur við teimum vórðu ikki forfylgd tí tey vóru kristin; hesi vórðu forfylgd, tí tey ikki vildu aktað ella skipað seg inn undir pávans myndugleika og tess veldið. 

Teir týskarar, ið hjálptu og krógvaðu jødar undir øðrum heimsbardaga, vórðu ikki forfylgdir tí teir vóru kristnir. Teir vórðu forfylgdir tí teir vildu ikki lýða harraboð frá myndugleikunum.

Lærusveinar Kristusar vórðu ikki forfylgdir einans av teirri grund, tí teir trúðu uppá Jesus. Fariseararnir, teir skriftlærdu og fólksins leiðarar forfylgdu lærusveinunum, tí teir viðurkendu ikki áðurnevndu kreftum sum hægsti/evsti myndugleiki í teirra lívi. Hartil vóru áðurnevndu bólkar øvundsjúkir inn á Jesus. (Matt. 27:18).

Tað eru ikki tey sum kalla seg kristin ella meina seg at vera kristin ið verða forfylgd, nei, skriftin lærir: ”Øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt/forfylgd. (2. Tim. 3:12).

Vónandi spyrja mong sonn kristin seg sjálvi í dag; er tað rætt ella skeivt av okkum sjálvboðin at eftirlíka myndugleikans skerjingum av okkara Gudgivna frælsi og persónliga frælsi? Skulu vit lata okkum útseta fyri ríkisstjórnsins/landsstýrisins vreiði av øðrum orsøkum enn av teirri grund, at ein er kristin? Er tað ikki skeivt at beina almannaeyguni móti teimum sonnu kristnu orsaka av nøkrum so innantómum sum maskur, test, koppsetingum v.m.? Hevur tað so nógv at siga? Ein má als ikki vera blindur fyri hesum, at Kovid19 er eitt neyvt tilætlað álop á tey sonnu kristnu virðini og tey sonnu kristnu, ið stríðast fyri at verja hesi kristnu frælsisvirðir, sum skrivað stendur: ”Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi”. (2. Kor. 3:17). Tí ber til at siga lættliga, at skerja fólksins Gudgivna frælsi kemur sjálvsagt ikki frá Jesusi Kristi. Landsins myndugleikar kunnu tískil ikki tæna hinum livandi Gudi, ikki so?

Til áðurnevnda má tí spyrjast: ”Vil tú veruliga sum kristin sjálvboðin lata onnur ráða yvir tær? Vil tú sum kristin í lýdni boyggja nakkan undir hesar heimsins gudleysu harrar einans av teirri orsøk, tí teir siga, at tú skal? - No questions asked”!? - Eitt heimsins harraveldi sum sambært skriftunum er dømt til at ganga til grundar? (1. Kor. Kapittul 2). 

Vil tú liva í eini ræðslu og vera bangin í heilum fyri eini influenzu, tí myndugleikarnir vilja tað so? Kristna frælsið sigur: "Òttast ikki, trúgv bert!" Uttan mun til hvussu ørir myndugleikarnir blíva. 

Vil tú vanrøkja og lítilsvirða orð Guds við at:

1). Lata vera við at savnast við øðrum trúgvandi um orð Guds eftir Kristusar læru fyri at Guds frælsisandi skal kunna virka? (1. Tess. 5:11 og Hebr. 10:25). Myndugleikarnir forbjóða jú fólki at savnast hóast bæði skriftirnar og danska grundlógin loyvir hesum uttan skerjingar (§79). Og kristnu kirkjurnar og samkomurnar akta fyrr satans evangelium, Korona (666), heldur enn at akta Guds orð.

2). Hylja andlit títt við eini masku sum tekin uppá trældóm, deyðans tænastu og viðurkenning av satans harraveldi á ein slíkan hátt, at eingin skal kunna síggja Guds dýrd ið lýsir á tínum andliti? (2. Kor. 3 : 7-18). - Bókstavurin/lógarverk drepur, men Andin ger livandi! (2. Kor. 3:6). 

3). Lata teg poda/testa í háls og nøs - sum ein ritual handling, eitt offur til æru fyri gudinum í hesum heiminum (Antikrist), bæði í tíð og ótíð? 

4). Lata teg innspræna við ivasomum, kemiskum evnablandingum?

Tú kann ikki umbera teg og misbrúka tekstin í Rómbrævinum kap.13 av teirri orsøk, at hetta er ikki ein generellur ordningur í Kristi samkomu grunda á Sálmarnar: ”Orð HARRANS eru rein orð, lík hinum reina, sjey ferðir reinsaða silvuri”. (Sálm: 12:7). V.ø.o., so skal kunna bera til at finna 6 aðrar staðfestingar í skriftunum sum bakka upp um Róm. Kap. 13. Annars hava vit øll verið vitnir til hvussu stór lygn býr í tekstinum frá Kap. 13 í Rómbrævinum, og Gud proklamerar seg sjálvan sum ein Gud ið ikki kann lúgva. Kann Gud ikki lúgva, so lýgur tann parturin av kap. 13 í Rómbrævinum. Fastheldur ein uppá, at Róm. Kap. 13 : 1-7 er Guds orð, so lýgur Gud. (Eitt dømi: Vit hava sæd so mangar gølur í samfelagnum, serliga í 80’unum, 90’unum og 00’unum. Svik, snýt, tjóvarí, morð, o.m.a. verri, men eingin vard sektadur fyri allar hesar grovu svikagerdir. Ein madur vard kortini fongsladur, tí hann taladi at øllum brotsverkunum sum myndugleikarnir framdu. Sjálvur hevdi hann einki vid hesi brotsverk at gera. Kortini verdur lært út frá skriftunum, at tílíkt kemur frá Gudi, og verdur ádurnevnda skriftin mangan brúkt til at verja brotsgerdir við, nakað, sum er vorðið púra vanligt ímillum sokallaðar kristnar samkomur, sum kortini eru satans sýnagogur). 

Vit hava jú fyrrnevnda dømið um Mordokai. Vit kenna eisini frá skriftunum um Dánjal og vinmenn hansara, sum noktaðu at vera myndugleikunum lýdnir, men Gud frelsti teir. Sjálvt Jesus mátti doyggja vegna lýdni móti Gudi hvarí myndugleikarnir á staðnum myrdu Hann. (Àps. 4 : 26-27). Vit kenna søguna um Paulus sum sat í fongsli eini 2 ár, ádrenn myndugleikarnir tóku hann av døgum. 

Og vit kenna jú frágreiðingina og vitnisburðin frá Pæturi og hinum ápostlunum, ið stóðu sum sannir kristnir menn í andstøðu við myndugleikarnar á staðnum, tá teir vitnaðu og søgdu: ”Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju”! (Àps. 5:29). Myndugleikarnir settu forboð fyri at læra í navni Kristusar, men lærusveinarnir handlaðu beint øvut av tí sum myndugleikarnir buðu teimum. (Àps. 5:28).

Ein nýtist ikki at lesa í bíbliuni fyri at finna útav, at myndugleikarnir eru eitt ónt, djevulskt apparat. Tað menniskja sum ikki dugir at síggja hetta, er ónt sjálvt og elskar hitt ónda!

Alt hetta Koronasvikið er sett í verk av sataniskum kreftum fyri serliga at raka tey sonnu kristnu, so tey ikki hava møguleikan fyri at koma saman og harvið verða uppbygd á sannleikans grund.

Ein sleppur ikki longur at vitja síni nærmastu vegna lygnina um Koronu, sum flest øll trúgva uppá.

Ein sleppur ikki at fylgja sínum kæru til seinasta hvíldarstað longur, tí at lygnin Korona skal respekterast.

Ein sleppur ikki til arbeidis longur uttan so, at ein tilbiðjur lygnina Koronu.  

Eingin sum aktar og tænir lygnini skal arva Guds ríki. Men at akta og tæna lygnini, gera allir sokallaðir kristnir politikkarar, bæði fyrrverandi og núverandi, samstundis sum teir eisini prædika í kirkjum og samkomum kring landi. 

Um tú játtar teg sum kristnan og samstundis velur ein politikkara ella ein politiskan flokk, tá val er, so stuðlar tú kortini lygnini og er ikki ein kristin sum tænir sannleikanum. Nei, tá tosa vit um tað sum Paulus upplivdi tá hann vitnaði um, at hann ofta var í vanda millum falskar brøður. (2. Kor. 11:26).

Hvønn dag mugu kristin menniskjur taka støðu til, um tey vilja standa við sannleikan ella lygnina. Tað ber ikki til at halda seg til bæði. Veljast má.

At akta Korona tilmælini, er at velja lygnina.

Hvat velur tú? Hvat valdi tú? Hvat fer tú at velja? 

2. Tess. 2 : 10-11 = orsøkin til hví Gud sendir lygnina runt allan knøttin!

2. Tess. 2 : 9-12

Tað er eingin loyna, at ongastaðni í allari verðini sum í Føroyum, eru sokallaðu kristiligu samkomurnar fløktar uppí politiska landslagið og øvut. Mangir fyrrverandi politikkarar og núverandi eru eisini kirkju- og møtigangarar, og fleiri av hesum hava og framvegis prædika enntá í samkomum runt umkring. Trupulleikin er bert tann, at einhvør politikkari er korruptur og lygnari, og hartil hava teir fingið harraboð aðrastaðni frá, at teir skulu lúgva fyri fólkinum, eisini innanfyri kirkju- og samkomu umhvørvi. Ein politikkari má ikki siga sannleikan, tí so fær hann sekkin beinanvegin. Tað óhugnaliga er, at prestar, evangelistar og samkomuleiðarar v.m. eru fullvæl klárir yvir hesi viðurskiftir eg nevni, men loyva kortini óndskapinum inn um kirkju- og samkomugátt, tíverri.

Av tí sama eru føroysku kirkjurnar og samkomurnar antikristiligar. Tær eru falskar ið síggja vakrar út uttaná, men eru fullar av óreinsku innaní. ”Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika.” (Matt. 23:25). Einki kann vera meiri ókristiligt, hyklariskt, villleiðandi og falskt, enn at játta seg kristnan og samstundis vera politikkari. Fólk sum billa sær inn at vera kristin og samstundis velja politikkarar ella politiskar flokkar tá val er, eru villleidd av teimum følsku profetunum sum hoyra til hesar sokallaðu etableraðu kirkjur og samkomur. Ein kirkja ella samkoma sum er stýrd politisk, er ein satans synagoga.

Tí, hvat læra skriftirnar? Jú, skriva stendur: ”Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í”. (3. Mós. 19:19). Altso, ein kristin kann ikki bæði prædika heimsins politiska boðskapin og hin himmalska boðskapin. Tí er tað skriftin vil, at fólk skulu velja hvørjum ríki tey ynskja at tæna. Og víðari: ”Betri er fátækur, ið livir ólastandi, >enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum,< um hann so er ríkur. (Orðt. 28:6). Og víðari: ”Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni”. 5. Mós. 22:11).

Tá Jesus sendi sínar 12 ápostlar út at evangelisera, tveir og tveir, legði Hann teimum eina við og segði: "Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!" (Mark. 6:9). Tann, sum er føddur av nýggjum, skilur Jesu tilsipan. Ein kann jú ikki tæna tveimum harrum. Jesus Kristus er ikki harri yvir teimum politisku kreftunum í Føroya landi, ei heldur harri yvir teimum politisku kreftunum í heiminum, nei, skriftin lærir jú, at satan er heimsins høvdingi og ikki Jesus. (Jóh. 12:31).

Nær Jesus skal verða kongur á foldini, lærir skriftin klárt og týðiliga um í Sakarias, hvar hann tosar um, tá Jesus skal koma aftur og føtur Hansara skulu standa á Oljufjallinum, og vitnisburðurin er ikki til at taka feil av: ”Tá skal Harrin vera kongur yvir allari jørðini. À tí degi skal Harrin vera ein og navn Hansara eitt!” (Sak. 14:9). Men sum støðan er nú, so lærir skriftin okkum hetta: ”Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, >>hann, ið villleiðir allan heimin;<< hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.” (Opinb. 12:9). Altso, satan villleiðir allan heimin og ikki bert summar partar av honum.

Og tað vóru jú tær politisku kreftirnar á Jesu døgum sum drupu Jesus: ”Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar”. (1. Kor. 2:8). Altso, tær politisku kreftirnar kallar Paulus fyri ”harrarnir í hesum heimi”. Allar tær politisku kreftirnar í heiminum vóru tær, ið krossfestu Jesus: ”Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði - bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels!”

Hóast skriftirnar læra, at Gud hevur givid Jesusi alt vald í himni og á jørð, so sigur skriftin eisini: ”Alt legði Tú undir føtur Hansara." - Tí táið Hann legði alt undir hann, undantók Hann einki frá at vera honum undirlagt; >men nú síggja vit ikki alt vera honum undirlagt enn.< (Hebr. Hebr. 2:8). Nei, enn liggur alt undir satans makt á foldini. Tað nýtist ikki at lesa um tað. Tað sær ein og hvør sum er føddur av nýggjum. Tað sæðst á samkomunum og kirkjusamlingunum, tað sæðst í tí politiska landslagnum. Kristus er absolut ikki kongur har heldur.

Tá kirkjur og samkomur akta tilmælunum frá satans myndugleikum vegna lygnina kovid19, so akta tær satan og hansara evangelium. Tí Kovid19 er satans evangelium. Vit kenna jú frásøgnina um Pætur og ápostlarnir, ið vóru drignir inn fyri rættin vegna ólýdni ímóti landsins myndugleikum sum høvdu gjørt teimum hetta klárt: "Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni; og nú hava tit fylt Jerúsalem við læru tykkara og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum!". Pætur svaraði teimum: "Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!” Sama við Dánjali og vinmonnum hansara ið noktaðu at lýða harraboð frá landsins myndugleikum. Pætur og ápostlarnir máttu ein túr umvegis geglið vegna teirra trúgv, Dánjal í leyvubúrið og vinmenn hansara í eldsovnin.

Men tit nokta fyri at gjalda tann prísin sum skal til fyri at kennast við sannleikan. Ein sannur trúgvandi vil altíð vera í andstøðu við hendan heimin og tess hugburð írokna tað politiska systemið, sum er og altíð hevur verið 100% gudleyst. Ein sannur trúgvandi dugir at síggja munin millum lygn og sannleika, millum rætt og órætt, millum heilagleika og vanheilagleika. Tá sokallaðar kristnar kirkjur og samkomur gera seg væl við tær politisku kreftirnar og mangan eru bestu vinir, hóast hesar kreftir eru gjøgnumsúrgaðar við øllum formum fyri óndskapi, sviki, lygn og manndrápi v.m., hvat eru tær tá? Fleiri av hesum sokallaðu kristnu sita enntá í býráðum og landastjórnini væl vitandi hvat fyri rotinskapur gongur fyri seg har, men øll góðtaka bara alt við einum smíli kortini. Er eingin ávaringarlampa sum blinkar nakrastaðni hjá tykkum? Sjálvt kirkjur og samkomur í dag taka ímóti mutri, nakað sum Gud er hart ímóti. Tit halda kanska, at Hann, sum skapti eyga, ikki sær hesi tingini?

At játta sína kristnu trúgv og samstundis stuðla lygnini, er at hoyra Antikristi til. At játta sína kristnu trúgv og samstundis vera politikkari, er at hoyra Antikristi til. At játta sína kristnu trúgv og samstundis velja ein politikkara ella ein politiskan flokk tá val er, er at hoyra Antikristi til. Ein kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum samstundis. Ein kann ikki tæna tveimum harrum.

Og Paulus vitnar eisini klárt og greitt um hesir viðurskiftir: ”Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! - Vit eru jú tempul hins livandi Guds - sum Gud hevur sagt: "Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt." >>"Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum<< - sigur Harrin - og >>nemið einki óreint!<< Tá skal Eg taka ímóti tykkum"; "og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur - sigur Harrin hin Alvaldi." (2. Kor. 6 : 14-18). Klárari kann hetta ikki sigast, og tað sum Andi Guds sigur her er, at tit snýta og geva tykkum út fyri at vera nakað tit als ikki eru!

Ì áðurnevnda teksti stillar Gud eina treyt fyri at kunna blíva frelstur í trúnni, hvar hann vil taka ímóti einum menniskja í Kristusi Jesusi. Og hvør er so treytin? Jú, at fara út frá heimsins harrunum - tí politiska systeminum. Skriftirnar læra jú, at hin trúgvandi er ikki av hesum heiminum, men søkir hin komandi heimin. Jesus segði við sínar lærusveinar: ”Tey (trúgvandi) eru ikki av heiminum, eins og Eg (Jesus) eri ikki av heiminum”. (Jóh. 17:16). Orsøkin til, at hesin heimurin og tess politisku harrar hata evangeliið, er júst hesin: ”Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey (orðini), tí tey (orðini) eru ikki av heiminum, eins og Eg (Jesus) eri ikki av heiminum”. (Jóh. 17:14). Síggja tit, at politiski boðskapurin hoyrir hesum heimi til, tí hann er fullur í lygn, og skriftin lýsir klárt og greitt hvør er faðir at lygnini og lygnunum!

Hetta evnið snýr seg mest um lygnina Covid19, sum fólk flest trúgva uppá, írokna kirkjur og samkomur. At trúgva uppá eina lygn hevur einki við Gudstrúgv at gera. Covid19 er ein nýggj religión sum mong longu nú trúgva fult og fast uppá, men tað er ein lygn tey trúgva uppá. Og tykkara skylda átti at verið at sagt fólkinum sannleikan, men enn eru eingir sannleikstónar at hoyra frá tykkara dýru svikabølum, tí tit hoyra hesum heiminum til og gevur hetta seg til kennar, at tit verja lygnir satans. Tilmælini vegna Covid19 eru satans tilmælir, og tit akta satans boðskap, sum kemur frá myndugleikunum.

Tað er undan vindur allan vegin líka niður í helviti. Einasta eg fái gjørt, er at ávara tykkum og ráða tykkum til at umvenda tykkum frá satans verkum, og byrja at tæna sannleikanum samstundis sum tit venda ennið tykkara beint ímóti lygnini, sum skriftin jú lærir: ”Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!” (Efes. 4:25). Altso, lygnin skal leggjast av! Lygnin skal ikki verjast, men avdúkast og avlívast!

Lygnin drepur, bókstavurin (lógin) drepur, men Andin ger livandi. Sannleikans Andi ger livandi!

Eg fari at heita á tykkum um at lata so mong sum gjørligt fáa kunnleika um tað, eg beri fram her og sum eg eri sannførdur um, at Jesus vil hava meg at gera so.  

Danmark
Da det nu er gået henved halvt andet år siden verden fik høre om denne såkaldte nye dødelige sygdomsvirus SARS-CoV-2/Covid19 og den dertil såkaldte dødelige pandemi, har det derfor nu været muligt at undersøge, om disse påstande har været sande eller ej. Og det har vist sig, at alle disse påstande har været lodrette løgne. Der var aldrig talen om en dødelig virussygdom som man ellers bildte folk ind, hvilket vi kan se på de årlige dødstal. Folk blev ikke mere syge end det sædvanlige vi kender til, og ingen nye sygdomssymptomer har givet sig til kende som man ikke kendte noget til eller vidste noget om i forvejen.

Indenfor de sædvanlige sygdomsrammer, således som vi er velbekendte med, har disse ting og sager opført sig normalt som de plejer og således som vi kender til dette. Og denne afsløring er stort set ens i hele såkaldte rigsfællesskabet. Der har aldrig været talen om en ny coronavirus overhovedet! Samme situation gør sig stort set gældende over hele verden.

Der er ingen markante ændringer i de årlige dødstal. Derfor er smittetal og kontakttal m.m. sagen fuldstændig uvedkommende. Dette er at gøre grin med folk. Smittetal og kontakttal er kun tal, og tal smitter ikke. Smitte uden symptomer er ikke smitte, det kaldes rent faktisk for fup, svindel, løgn og bedrageri. De virkelige faktatal viser den rigtige situation:

Dødstal statistik for de seneste 14 år i Danmark, kilde: ”Danmarks Statistik”

År                               Dødstal                     
2007 …………………......... 55 604             
2008 …………………......... 54 591             
2009 …………………......... 54 872             
2010 …………………......... 54 368             
2011 …………………......... 52 516             
2012 …………………......... 52 325             
2013 …………………......... 52 470           
2014 …………………......... 51 340             
2015 …………………......... 52 555             
2016 …………………......... 52 824             
2017 …………………......... 53 261             
2018 …………………......... 55 232
2019 …………………......... 53 958 
2020 …………………......... 54 645

Vi kan se her, at i 2020, som jo blev sagt var det frygtelige år hvor en såkaldt dødelig virussygdom jævnede næsten hele verden med jorden, døde der 587 FÆRRE mennesker end i år 2018, 227 FÆRRE døde i 2020 end i 2009 og 959 FÆRRE døde i 2020 end i 2007.

Dertil kommer, at folketallet i Danmark er vokset med 393.000 mennesker siden 2007, der i snit giver en folkevækst på 28.071 mennesker pr. år hvilket indikerer, at det årlige dødstal op gennem årene har ligget stabilt uden nogen som helst markante udsvingninger overhovedet, hvilket det skulle have gjort, hvis der virkelig var talen om en dødelig virussygdom og dertil en dødelig pandemi som man ellers fik det til at lyde til at være.

Men nu viser tallene, at der hverken har været talen om en pandemi, ej heller om en epidemi. Ej heller var der talen om en dødelig virus.

Altså, hele Covid19 scenariet har hele tiden - stort set - været bygget på en lodret løgn!

Igen, set fra en anden vinkel af, så er folketallet i Danmark pr. år vokset i snit med godt 28.000 mennesker, men de årlige dødstal ligger stort set uændret hvis årlige gennemsnits-dødstal er 53.612 dødsfald pr. år. (Se opstillingen). 

Alene dette burde få mennesker op af sofaen og indse, at vi bliver løjet for angående denne pandemi, der aldrig nogensinde har eksisteret.

Ved at lægge alle dødstallene sammen og dividere disse med 14, så får vi gennemsnitstallet på 53.612 dødsfald pr. år hvilket svarer nogenlunde til dødstallet i 2019.

Dette giver så igen et gennemsnits-dødsfald på 147 dødsfald pr. dag i Danmark. Samtidig vokser indbyggertallet i Danmark med 77 personer om dagen (gennemsnit regning).

Pointen er, hvorfor snakker man om en 1., 2. og 3. bølge, mutanter, virusvarianter, skrækscenarier og hvad ved jeg, når der absolut ingen markante ændringer er sket i dødsfaldene over de seneste 14 år? Går man længere tilbage i tiden, så er billedet omtrent det samme.

Hvorfor oplevede vi intet hysteri i 2007, 2009 eller i 2018 hvor der døde flere mennesker end i 2020, men hvor der levede færre mennesker end i 2020?

Samme mønster gør sig stort set gældende over hele jordkloden.

Men i år (2021) vil dødstallene lige pludselige give et stort hop opad, ikke på grund af nogen dødsens-farlig virussygdom, men på grund af utestede samt uautoriserede, urene, dødsens farlige samt giftige ”såkaldte” vacciner, der i bund og grund ikke er vacciner, men derimod et genetisk eksperiment.

Det er i hvert fald ikke nogen hæderlige mennesker der styrer vores samfund.

Vores samfund bliver styret af en flok livsfarlige, terroristiske psykopater!

Covid19 fupnummeret er afsløret hvilket klart og tydeligt afspejler sig i de fremlagde fakta-tal!

Denne nye trenden hvor myndighederne og medierne oplyser om folk der dør MED corona, er det rene fup og svindel. At dø med noget, kan aldrig stadfæstes som en dødsårsag. At dø med noget, er ikke det samme som at dø af noget. Dette er to vidt forskellige ting der intet har med hinanden at gøre.

En anden ting som er vigtig at fremhæve er, at på Sundhedsstyrelsens hjemmeside indrømmer de disse fakta: ”Opgørelsen af antallet af døde omfatter dødsfald, der er registreret indenfor 30 dage efter påvist COVID-19 infektion - på baggrund af positiv PCR test (Kan hverken føles eller ses med det blotte øje - kommentar i parentes er min egen, ikke Sundhedsstyrelsens). COVID-19 er ikke ”nødvendigvis” den tilgrundliggende årsag til dødsfaldet”. Dette er et meget smart trick man har lavet her ved at tilføje ordet ”nødvendigvis” ind i sætningen. Plukker man ordet ”nødvendigvis” ud af teksten, så står der helt enkelt: ”COVID-19 er ikke den tilgrundliggende årsag til dødsfaldet”, hvilket jo er den egentlige sandhed.

Endnu er der ingen der har sorteret i puljen og prøvet på at skille dødsfaldene ad ved at lave en liste over disse såkaldte dødsfald for at finde ud af, hvor mange af disse døsfaldstal er ”døde med” og hvor mange der er ”døde af”Covid19. Sagen er den, at det er der ingen der tør at gå i gang med fordi, dette ville afsløre, at 0 mennesker er døde af Covid19. Blot fakta!

Tallene afslører myndighedernes løgne om en såkaldt dødelig virussygdom der aldrig nogensinde har eksisteret!

##med2##

Samanborið við Danmark, so doyr uml. 1 menniskja um dagin í Føroyum ímóti 147 deyðsføll um dagin ì Danmark. (Snitrokning).

Føroysku tølini vísa, at tað doyðu 82 FÆRRI fólk í 2020 enn í 2017 ella við øðrum orðum, so doyðu FLEIRI fólk í 1986, 1987, 1988, 1989, 1991, 1992, 1993, 1996, 1997, 1998, 1999, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2011, 2012, 2014, 2015, 2016, 2017, 2018, 2019 ENN Ì 2020!

Ì Danmark doyðu 587 FÆRRI fólk í 2020 enn í 2018, 227 FÆRRI deyð fólk í 2020 enn í 2009, og 959 FÆRRI deyð fólk í 2020 enn í 2007.

Hetta kann bara merkja ein ting, og tað er, at tá vit hava við eina ”sokallaða” deyðiliga virussjúku og hartil ”sokallaða” deyðiliga pandemi at gera, so doyggja færri fólk enn vanligt. Eg meini so við, eru fólk vorðin so mikið hamrandi skít etandi býtt, at tey trúgva, at so er? Hvørjum skúla hava slík gingið á???

Ein skal eisini hava í huga, at fólkatalið í Føroyum er vaksið við uml. 4.000 menniskjum síðani 2016, uml. 4.500 menniskjum síðani 2011 og 7.760 menniskjum síðani 1985 sambært Føroya Hagstovu.

Poengið er, at her hevur ongantíð verið talan um nakra pandemi yvirhøvur, og ein skal minnast til, at útmeldingin frá myndugleikunum var frá fyrsta degi av, at talan var um eina DEYÐILIGA VIRUS og/ella VIRUSSJÙKU. Men nú hava tey faktuellu tølini avdúkað júst tað øvuta, at talan hevur ongantíð verið um nakra deyðiliga virus ella virussjúku.

Ei heldur hevur tað nakrantíð verið talan um eina nýggja koronavirus. Alt hevur verið ein lodrøtt lygn frá fyrsta degi av!

Tey, deyðsføllini sum nú fara at vaksa í tali, koma at verða orsaka av ótestaðum, ikki góðkendum (óheimilaðum), óreinum og eitrandi ”sokallaðum” koppsetingum, hvørs langtíðar hjáárin eingin kennir nakað sum helst til. Sum at spæla russisk roulett.

Tølini tala fyri seg og prógva, at einki er sum bendir á nakrar sjúkdómsvandar, ið fólk ikki vitstu um og kendu til frammanundan.

Tvs., eingin nýggj virus var nakrantíð nakar veruleiki. Alt er nú prógvað sum eitt gigantiskt fuppnummar, men fólk flest trúgva lygnini framvegis, tíverri. 

Tey sum hava fingið ta æru at stýra og stjórna okkara samfelagi, bæði í DK, GR og FO, eru stórsvindlarar av rang og nú drápsfólk eisini. Somu kreftir kontrollera kirkjur og samkomur v.m.. Hetta hoyrir ikki heima nakra staðni.

Tíðin (gott 1½ ár) hevur nú víst okkum klárt og greitt, at covid19 er ein djevulsk lygn, tí tølini tala fyri seg, so nú vita fólk flest hvat og hvønn tey trúgva uppá.

Og hvussu kemur tílíkur framferðarháttur inn undir heitið ”at byggja á tey kristnu virðini” sum er grundaður á lodrættar lygnir?

Men nú hava fólk so onga umbering longur fyri at trúgva covid19 lygnini uttan so, at fólkið og leiðarar tess elska lygnina.

Covid19 er eitt brotsverk ímóti vanliga borgaranum. Covid19 tiltakið er terrorisma á hægsta stigi.

Tølini prógva til fulnar, at ALT viðvíkjandi covid19 er eitt risastórt svik og samstundis eitt rán, bæði peningaliga og mannarættindarliga!

Tit, ið taka undir við slíkum, verja eitt risastórt, globalt brotsverk, og tað ber til at siga frá. Tí hvat fer at henda tann dagin tá veljararnir fara at finna útav, at tit hava logið teir smekkfullar? Hjá mær er eingin ivi, tí tølini tala fyri seg!

Enn havi eg ikki frætt at nakar politikkari, hvørki í Danmark, Grønlandi ella í Føroyum, hevur mótmælt covid19 brotsverkinum ímóti egnum borgarum.

Ei heldur hevur nøkur ávarandi rødd verið at hoyrd frá sokallaðum kristiligum kirkjum ella samkomum nakrastaðni, hvørki í Føroyum, Danmark ella nøkrum øðrum landi. Àvaringar røddir eru frammi til tíðir, men ikki frá sokallaðum kristnum samkomum.

Men nú hava tit so onga umbering longur!

Alt hetta Covid-19 plotti er útspekuleraður fananskapur frá enda í annan. Testin er útspekulera giftigt, prikið er giftugt. Og alt er eisini viðvirkandi til, at skapa konfliktir millum fólk. Hetta er forferdiligt skill av hesum.

Djórakanningar av Covid-19 vaccinuni vístu, at øll tvs. 100% av djórunum, sum fingu Covid-19 vaccinuna doyðu. ikki beinavegin, men mánaðar seidni, av øðrum immun defektum, sepsis og/ ella hjartasvigt. Og eftir, at hava fingið hetta úrslitið er man farin beint til, at brúka menniskju sum royndarkaninir. Úrslitið er út frá hesi kanningini sjálvsagt, spurningurin er bara hvussu leingi tað tekur, fleiri eru longu farin í grøvuna av Pfizer innspræning í Føroyum.

Djórakanningar av nýggjum vaccinum vera vanliga gjørdar í fleiri stigum, áðrenn farið verur víðari til næsta stigið, sum er kanning á menniskju. Endamálið við djórakanningunum er, at tryggja sær, at eingi djór taka skaða av vaccinunum. Hvørki uppá stutt ella longri sigt, síðani vaccinurnar vera givnar til frísk fólk í øllum aldri. Tí sum læknalyfti sigur "First do no harm".

Hetta hevur tó ikki verið galdandi tá tað kemur til Covid-19 vaccinuna, sum sigist vera eitt nýtt slag av mRNA vaccinum. Her er hetta principp vent á høvdi. Tí hvat var tann vitan, sum fekst frá djórakanningunum so. Tað var, at vaccinan var 100% deyðilig. Tú læs rætt, øll djórini doyðu. Til samanberingar hevði tað eisini mest sannlýkt verið 100% deyðiligt, um tú vildi kannað um djórini doyðu um tú kappaði høvdi av teimum. Og er tað so rætt, at fara víðari til menniskja forsøk.

Hetta stríðir móti øllum teimum prinsippum, sum vanliga vera nýtt. 

OG SÍÐANI  HETTA ER VITANIN BYGT VERUR Á, AT VACCINAN ER 100% DEYÐILIG. OG HETTA LIGGUR TIL GRUND FYRI ROYNDIRNAR Á MENNISKJU. SO KANN ENDAMÁLIÐ VIÐ VACCINUNUM IKKI VERA ANNAÐ ENN "STØRSTA FÓLKAMORÐ NAKRANTÍÐ". 

Tað vit eisini síggja er, at eingin, sum verur prikaður við sokallaðu "Corona Vaccinuni" skrivar undir uppá, at viðkomandi frívilliga vil luttaka í hesum eksperimentinum. Og tær uppfylgjandi kanningarnar, sum undir normalum umstøðum skulu gerast tá talan er um eksperimentellar viðgerðir, vera ikki gjørdar. Hetta er eisini brot á reglugerðirnar fyri medicinsk eksperiment.

Og síðani vit vita, at barnadeyðiligheitin eftir prikið er stór, er av alstórum týdningi, at prikingin av føroya fólki støðgar sum skjótast.

Síðani mars mánað 2020 hevur verið greitt, at arbeitt hevur verið framm ímóti, at fólk skulu hava injektiónir við onkrum, sum skuldi eitast, at vera fyri eina infektión. Og byrjaði eg tí beina vegin, at arbeiða ímóti hesum. Tí eisini var greitt beinavegin, at endamáli við hesum injektiónum var, at lækka fólkatalið í heiminum. Tí mátti finnast útav, hvør stóð aftanfyri hesum arbeiðnum, sum skuldi lækka fólkatalið í Føroyum. Síðani hevur verið arbeitt miðvíst framm ímóti, at kortleggja hvjørji hesi fólkini eru, hvussu tey samstarva og hvussu teirra virksemi verur fýggja. Tað hevur ikki verið vældámt, at sannleikin hevur verið sagdur. Men tað mátti gerast, í útgreiningini av, at finna útav hvørjir aktørar vóru partar av hesum stóra komplottinum. 

Tann giftin, sum skuldi sproytast í fólk ,hevur verið testa á djór mangar ferðir seinastu árini. Frá  hesum djóraroyndinum sæst, at endamáli við giftini má vera, at fáa so fá deyðsføll uppá stutt sigt. Men eftir mánaðir til ár, er meiningin, at fólk skulu fáa sjúrkur av ymiskum slag, sum fólk so skulu doyggja av.  Hendan niðurstøðan kann gerast, tí í Rapportinum, sum eru dokumentatiónir frá djórakanningunum, kann lesast, at fá djór doyðu beinavegin. Men at øll djórini vóru deyð fáar mánaðir seidni. Tvs. at eingi djór hava yvirliva "vaccinu royndirnar. Og hetta er tað grundarlagið bygt verur á og síðani er man farin víðari til menniskja forsøk. Og gjøgnumgongd av innihaldsyvirlitinum er skelkandi lesnaður.

Eisini kann staðfestast, at mordarirnir royna av øllum alvi, at fjala síni sporð.  Og royna, at lumpa fólk, við at skava útyvir teirra brotsverk. SARS-CoV-2 er sum øllum kunnugt aldri isolera og eingin kann tí pástanda, at "virusi" eksisterar. Men brotsmennirnir  pástanda, at teir hava isolera "virusi" við RT-PCR testini og dyrkanum. Men hetta er nakað, sum als ikki kann lata seg gera í praksis og gevur vísindaliga als onga meining. Og síðani virusi ikki er isolera, kann man heldur ikki fáa RNA frá "virusinum". Og harvið er tað eisini ógjørligt, at gera eina mRNA vaccinu móti "virusinum". Og tað man pástendur er "virus" er tað man í áratýggjur hevur kalla eksosomir, sum er partur av náttúrligu verjuni hjá cellunum.

Nurenberg koturnar eru brotnar:

Somuleiðis kann í Rapportinum lesast, at tað sum verur injicera í fólk ikki upptyllir treytirnar fyri, at vera kalla vaccina. Og at ein av treytunum fyri, at sleppa, at eksperimentera uppá fólk var, at  hvørja ferð injektiónirnar vóru umtalaðar, so skuldi sigast, at tað var eitt eksperiment. Men hetta er ikki tað vit hava sæð. Eiheldur eru fólk, sum hava fingið injektiónirnar informeraði um, at tey luttaka í einum eksperimenti. Hetta krevur eitt undirskrivað informerað samtykki har tey skriva undir uppá, at tey hava móttikið alla tilgongiliga informatión um tað evni tey fáa injicera. Og at tey hava skilt informatiónina. Hetta fyri, at tað skal vera lógligt, at gjøgnumføra eksperimenti. 

Nú er so støðan tann, at tað eru nakrir mánaðir síðani, at man við vilja, er byrja, at drepa fólk við hesum injektiónunum. Og vit síggja sum vænta, at nógv fólk longu eru dripin.  Hesi hoyra sjálvandi til eldra ættarliði, sum er tann aldursbólkurin, sum er prikaður. Men tá yngra ættarliði skal prikast fara vit sjálvandi eisini at síggja deyðsføll har.

Fólk skulu lata seg vaccinera tykist alt vera basera uppá ein lygn. Fólk skulu lata seg vaccinera, orsaka av ferðavinnuni og fyri, at fáa sína fríðheit aftur. Og so fyri heilsuna, men heilsuna hjá hvørjum. Man hevur ikki enn kunna dokumentera so mikið sum ein einasta sjúkutilburð av Corona, bara við Corona, sum definerast sum "hava havt ein positivan RT-PCR test", sum tað vísindaliga er staðfest ikki vísir nakad sum helst og hetta faktum eru tað eisini fleiri dómar sum hava staðfest. Ongin doyggji í fjørð, at vit í føroyum fara aldri, at síggja eitt einasta deyðsfall av Corona, men tá ið vaccinurnar komu fóru ein gódur vinurin hjá mær beinavegin fyrsta prik vit at síggja hópin av deyðsføllum, og eg kenni meira enn ein i deydur av hesum i Føroyum. Av tí, at man kann ikki manipulera við deyðstølunum í Føroyum viðvíkjandi covid19 so er ongin deydur tið at sjukan er ikki til , Corona og covid19 er hvør sitt.

Nú hava vit í Føroyum í nakrar mánaðir "immunisera fyri Corona" og hava vit longu sæð, eftir umstøðumum sera nógvir deyðstilburðir stutt eftir, at fólk eru prikaði. Og hetta finnist tað eitt neyvt yvirlit yvir, men skjali er ikki komið framm alment enn. 

Tað hevur nú víst seg, at nógvir samkomuleiðarar eru insidarar í hesi Corona hoaxini. Og teirra uppgáva sær í alt ov mongum førum út til, at vera partur av tí bólkinum av fólki, sum skal lumpa fólk til, at trúgva uppá Corona. Og syrgja fyri, at fólk taka djórsins merki/666Corona vax. Og nógv eru tey, sum eru lumpaði av hesum. Og tíðanverri ikki so yvirraskandi longur, at síggja enn ein Samkomuleiðara prætika fyri Corona.

EITT FÓLKAMORÐ ER MÁLIÐ

UN Agenda 21-2030
Trúgvi øll vita av hesum men til tey sum ikki kenna til hesa agenda, so er alt tað sum tit síggja hendur ídag partur av hesi agenda, sum bleiv kortløgd í Brasilia í 1992. Og síðani hevur verið arbeitt fyri, at náa hesi mál. Og hetta er ikki tikið úr bláari luft, eitt úrslit av góðum fantasiði ella ein konspiratiónsteori. Nei, hetta er ein nøja planløgd agenda løgd út alment av United Nations. 

Fyrst vil eg siga eitt lítið sindur um, hvat er ein konspiratiónsteoritikari. Definitiónirnar eru nógvar. Orðið bleiv fyrst veruliga brúkt eftir morðið á John F. Kennedy. Og her byrjaði tað, at vera brúkt sum eitt VÁPNA orð og til programmering av fólki. Ja, tú læs rætt, "programmering av fólki" og "vápna orð", tí fólk kunna programmerast til, at gera handlingar, sum ikki samsvara við tað tey helst vilja. Tí tað sum fólk, sum fylgja mainstream eru programmeraði til er, at tá tey hoyra orðið KONSPIRATIÓNSTEORETIKARI, er at  lukka fyri hugsandi/cognitiva partinum av heilanum (Cognitiv dissonans).  Tey steðga við at lurta eftir tí informatión, sum viðkomandi konspiratiónsteoretikari liggur inni við og vilja ikki assosierast við fólk, sum hava hesar ikki mainstream vinklar á søgurnar. Og hetta er høvuðsorsøkin til, at mainstream mediur altíð brúka hetta orðið. Tey brúka her m.a. strategiin við Divide and conquer, tey vilja skilja fólk sundur í tveir bólkar og flestu fólki vilja, sum flokksdýr, helst hoyra til Mainstream og tí lukka tey av fyri informatión, sum ikki samsvarar við teirra heimsmynd.

Man kan síggja filmar bøkur doc filmar  lesast málini fyri UN agenda 21-2030, á teirra heimasiduni. Nógv av hesum málum eru longu avgreidd og onkur mangla. Men tað eg vil fokusera uppá nú, eru tey málini, sum tey vilja náa við at hava ført út í lívið hesa plandemiini kalla "Corona". Tí sum tey flestu av okkum hava funnið útav, so hevur hetta einki við nakra sjúku at gera, men eina og aleina fyri, at fáa kontroll við fólki. So tey kunna hundsa runt við okkum sum tey vilja.

The end of national sovereignity: 
Vit síggja ídag, at nationalstatirnir í stóran mun ikki sjálvir sleppa, at avgerða hvat tey gera innanlands, men vera dikteraðir av WHO og øðrum globalum felagskapum. Og so er spurningurin, sum tit kunna hugsa um - hava teir longu nátt, ella í hvønn mun hava teir nátt tey málini, sum eru nevnd áðrenn hetta.

Depopulation, control og population growth and density:
+Endless mandatory vaccines:
Vaccinan, Vaccinan og Vaccinan(sum ikki er ein vaccina). Alt tíðir uppá, at ætlanin við hesi eksperimentellu vaccinuni er, at náa hetta máli. Djóraroyndirnar, har øll djórini doyðu, vísa tað greitt og vit síggja longu nú hvussu nógv fólk eru deyð av "prikinum". Og hóast túsundvís av fólkilongu eru deyð, so heldur programmi framm og verur nú eisini rulla út til yngri aldursbólkarnar. Ein stórur partur av hesi agenda verur helst eisini náddur við tað, sum "Vaccinatiónsframleiðarirnir" hava upplýst okkum fleiri ferðir, nemliga, at bæði menn og kvinnur kunna gerast steril, sum eitt "hjáárin" til vaccinuna. Spurningurin er bara um hetta ikki heldur er ein tilætlaður virkningur.

Universal basic income(austeriry):
Stimulus kekkar til øll og eingin nýtist arbeiða.  Og definitónin uppá Austerity: "it is a set of political-economic policies that aim to reduce government budget deficits through spending cuts, tax increases, or a combination of both". 

Microchipped society (for trade, travel, tracking and controle):
Eitt fyri okkum sera óhugnaligt mál. Teknologiurin til mikrochipping er tøkur og er longu rullaður út fleiri staðir. Og segði nakar Corona pass, Tvangsvaccinir, men við coersion, sum merkir frívilligt tvang og lógarmessiga er tað sama sum tvang. Og nú byrja tær stóru fyritøkurnar nógva staðir, at krevja Vaccinupass við hesi eksperimentellu drápuligu vaccinuni. Kann hetta tulkast sum annað enn Tvang Tvang Tvang.

Implementation og a World social credit system:
Tá øll eru mikrochippaði kunna teir innføra eina skipan, har øll fólk, sum ikki gera akkurát sum UN sigur kunna straffast (UN er ein privat organisarión við privatum eigarum). Einans fantasiurin hjá hvørjum einstøkum kann seta avmarkingar fyri, hvat hetta gevur av møguleikum hjá  persónunum handan United Nations, sum skulu siga hvat treytirnar verða í hesum "social credit system". 

Internet of things, everything hooked up to 5G monitoring

Tað er ógjørligt at mótbevísa teimum alt Stendur skriva nidur væl , og teir gera eisini sum teir siga.

Vinnulívid roynir sítt ítasta at trýsta sín ónda vilja ígjøgnum. Ì FO hava tey tikid fleiri ATM maskinur burtur, og er hetta tekin um, at Føroyar eisini flyta seg tann vegin móti einum peningaleysum samfelagid. Tann dagin samfelagid gerst peningaleyst og 100% elektronisk gjaldføri, tá kunnu bankstarnir hava fult kontrol á fólksins peningi, og er tá ránid fullkomid. Tann dagin hevur fólkid mist allan rættin yvir egnum peningi. Tá fara myndugleikarnir og vinnulívid og bankaverdin at hava fult yvirlit yvir fólksins forbrúki, tvs. digital skráseting og yvirvaking av øllum tí sum fólk brúka sínar pengar til og enn verri ting og sakir.

PS: lesið og hugsið sjálvi hvat ætlan hesin privati stovnur UN hevur fyri okkum, so kunnu øll kalla meg konspiratións-teoretikarar so nógv sum tit vilja, men eg elski tykkum.

Fríbjartur Dahl-Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo