Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

KJN við knívinum frá Tór II

Myndin er møguliga frá einum av barrunum í kampunum hjá bretum í Føroyum. Í listum yvir starvsfólk hjá bretum í Føroyum undir krígnum eru einstøk konufólk eisini nevnd, um enn fá.

KJN við knívinum frá Tór II

Myndin er møguliga frá einum av barrunum í kampunum hjá bretum í Føroyum. Í listum yvir starvsfólk hjá bretum í Føroyum undir krígnum eru einstøk konufólk eisini nevnd, um enn fá.

Hóskvøldið kl. 20 var aðalfundur hildin í tí nýliga opnaðu Cafá Manna í Miðvági, sum heldur til beint við síðuna av Krígssavninum.

Uppmøtingin til aðalfundin var heldur sløk og minni enn tað plagar. Tó var fundurin rímuliga áhugaverdur og okkurt nýtt kom fram.

Formaðurin, Karl Jóhan Nielsen, hevði sína formansfrágreiðing. M.a. kom fram, at tær gomlu ætlanirnar við nýggjum bygningi til Krígssavnið, har gamli bygningurin skuldi standa inni í einum nýggjum bygnini, nú vóru sleptar. Hetta av ymsum orsøkum, tó mest av, at komið er eftir at sonevndi SOR-bygningurin á Hálsi í Sørvági ikki er í so ringum standi, sum upprunaliga hildið.

Jóhan Petur á Stongum arkitektur hjá WestTec, hevur gjørt eitt heilt nýtt uppskot. Hetta uppskotið snýr seg um at varðveita verandi bygning so órørdan sum møguligt, og at renovera hann fullkomuliga, so hann verður sum hann upprunaliga sá út. 

Neyðugt er tó við einum stórum eyka bygningi. Hann er ætlanin at byggja við ídnaðarøki hjá Sørvágs kommunu, stutt frá SOR bygninginum og so hava parkeringsøki á ídnaðarøkinum og somu innkoyring, sum ídnaðarøkið. Á fundi í februar í ár gav kommunan loyvi til hetta og samtykti, at lata Krígssavninum 1640 m2 av ídanaðarøkinum við teirri treyt, at um ikki er bygt innan 2 ár verður málið tikið upp til nýggja viðgerð.

Á fundinum varð øll nevndin í Krígssavninum afturvald, so har var ongin broyting.

Greitt varð eisini frá nøkrum innkomnum lutum, avmyndaðir niðanfyri. Eitt var ein lítil dálkur, sum stavar frá einum av teimum trimum, sum bjargðust, tá Tór II varð søktur av torpedo undir Seinna heimsbardaga. 

Knívurin verður sagdur at eiga lívið í teimum, uttan hann høvdu teir ikki fingið loyst bjargingarbátin og hann var eisini lívsneyðugur í bátinum.

Hitt er ein mynd, sum varð funnin, tá eini hús frá krígnum vóru umvæld. Tá nakrar bleytar pappplátur vórðu tiknar frá, varð komið fram á ein málning, sum bretskur hermaður her hevur gjørt undir krígnum. Plátan varð upprunaliga keypt frá bretum og er bara brúkt sum tilfar. Tey í húsinum hava einki vita um myndina fyrr enn nú.

Aðrir áhugaverdir lutir vóru eisini, sum tilber at síggja í Krígssavnium komandi tíðina.

Frásøgn og myndir: Sonni Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo