Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Dánjal Poulsen, fyri Krígssavnið tók ímóti skjølunum frá Ann-Mari Dahl-Olsen

Dánjal Poulsen, fyri Krígssavnið tók ímóti skjølunum frá Ann-Mari Dahl-Olsen

Krígssavnið hevur fingið hópin av virðismiklum søguligum skjølum frá "Sýslumanninum í Vestmanna".

Gunnar Dahl Olsen var sýslumaður í Vestmanna í Seinna heimsbardaga. Sum tann skilamaður hann var, so skipaði hann fyri, at søguligu skjølini vórðu varðveitt við góðum skili, soleiðis at eftirtíðin kundi síggja tey og granska í teimum.

Abbadóttir Gunnar Dahl-Olsen, Ann-Mari Dahl-Olsen, sum er skilagóð eins og abbin, hevur skipað so fyri, at skjølini ikki fórust, men komu á rætta stað, sum er Krígssavnið, har tey nú verða væl varðveitt í brandboks.

Væntandi verða onkur av skjølunum á síggja á Krígssavninum, umframt at granskarar, søguskrivarar o. o. fáa atgongd til tey.

Enn er ikki hugt ígjøgnum øll skjølini, men t.d. eru nógvar umsóknir um loyvi at fara vestur í  Vágar. Bara fastbúgvandi í Vágum høvdu pass undir krígnum, so øll onnur máttu útvega sær serligt ferðaloyvi, um tey ætlaðu sær vestur. Dømi eru um ferð í sambandi við at hoyggja, sjúku, jarðarferðir, brúdleyp o.m.a.

Til dømis søkir ein kvinna í Vestmanna um ferðaloyvi, tí at hon er biðin at halda hús hjá Kaptain Maxton í Vatnsoyrum.

Tað var Maxton sum skipaði fyri at byggja flogvøllin. Loyvi varð játtað kvinnuni; stórt YES stendur á.

Ein umsókn er frá Gunnari Dahl-Olsen sjálvum, har hann skal vera semingsmaður í arbeiðstrætu millum tey trý arbeiðsmannafeløgini í Vágum.

Krígssavnið er sera takksamt fyri henda fong út Vestmanna, sigur Krígssavnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo