Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Karl Jóhan Nielsen, form., Krígssavnið, Armgarð Weihe, Mentamálaráðið, Dánjal Poulsen, Krígssavnið og Jógvan Ravnsfjall, Norðoya Fornminnasavn

Karl Jóhan Nielsen, form., Krígssavnið, Armgarð Weihe, Mentamálaráðið, Dánjal Poulsen, Krígssavnið og Jógvan Ravnsfjall, Norðoya Fornminnasavn

Í farna mánaði hátíðarhelt Skandinavisk Museumsforbund 100-ára stovningardag sín.

Skipað varð fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har fyrilestrar vórðu hildnir, har dentur varð lagdur á stóra týdningin, ið savnsvirksemi hevur havt farnu øldina, og framvegis hevur.

Greitt varð frá, hvussu norðurlendsku søvnini í dag leggja seg eftir at laga seg til nýggju tíðina, har eitt savn er nógv meira enn bara lutir, myndir og frásagnir.

Nútíðar søvn leggja seg eftir upplivingarvinnu, har stórur dendur verðar lagdur á ungdómin og ferðavinnuna.

Stórur dentur verður eisini lagdur á frálæru og gransking, har søvnini eru ein týðandi partur. Víst varð á týdningin av øllum sjálvbodnum arbeiði, og at mong søvn vóru ikki til, um ikki tær sokallaðu eldsálirnar hildu lív í, í góðum samstarvi við fak-kunnleikan.

Øll søvnini frøddust um, at talið á vitjandi var stórt og vaksandi.

Armgarð Weihe, umboðaði Mentamálaráðið, og greiddi í fyrilestri sínum hugtakandi frá um evnið: Eitt Norður-Atlants tjóðarsavn í 21.øld.

Karl Jóhan Nielsen, form., og Dánjal Poulsen umboðaðu Krígssavnið, sum nú er limur í hesum felagsskapi, sum á 100-ára degnum broytti navnið frá Skandinavisk- til Nordisk Museumsforbund.

Skipað varð fyri vitjanum á fleiri sera áhugaverdum søvnum, og umboðini fyri Krígssavnið fingu nógv góð hugskot við sær heimaftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo