Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

V.f. Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum, Preben Hansen, verkfrøðingur, Kell E. Jensen, múrari og Rói Dahl-Jacobsen, Takplan

Báðar tekjurnar á gamla SOR-bygninginum eru nú fløskutættar

Í gjár varð fyrsta byggistig av arbeiðnum, at gera gamla SOR-bygningin til Krígssavn, handað.

Arbeiðið umfatar nýggj úthang og at bjálva og klæða báðar tekjurnar.

Tað er verkfrøðingurin Preben Hansen, Tórshavn, sum hevur projekterað og havt eftirlitið.

Múrarin v/Kell E. Jensen í Miðvági hevur gjørt úthangið og endurbygt upprunaliga skorsteinin og Takplan SP/F v/Róa Dahl-Jacobsen í Kaldbak hevur gjørt takarbeiðið.

Karl Jóhan Nielsen, formaður, sigur, at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið ið gjørt er, og at nú verður farið víðari.

- Tvær barakkir skulu nú byggjast uppí, ein vestureftir og ein eystureftir. Gólvvíddin í nýggja Krígssavninum verður tá einar 700 fermetrar í mun til teir umleið 100, sum savnið hevur at ráða yvir í dag.

- Farið verður nú eisini undir at útvega fígging. Nakað av sjálvbodnum arbeiði er gjørt og verður eisini at gera í komandi verkætlan. Í hesum sambandi er sera umráðandi at felagið Krígssavnið fær fleiri limir, og at staðbundni áhugin fyri savninum verður dyggur.

- Ein sera spennandi verkætlan fyri Vágar og landið alt, sigur formaðurin.

Báðar tekjurnar á gamla SOR-bygninginum eru nú fløskutættar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo