Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Lønarhækking, fleiri krónur í játtan og betri umstøður á bæði ein og annan hátt, hava gjørt Kringvarpið til ein alt ov ússaligan stovn og er Kringvarpið nógv versnað síðani Annika Mittún var stjóri.

Tað er ein av niðurstøðunum sum kann gerast um einasta public service stovnin sum vit hava í dag og sum vit øll eru noydd at gjalda til.

Spurningurin er um vit ikki skuldu ynskt at fingið Anniku Mittún aftur sum stjóra á stovninum, tí hann er vorðin alt ov politiskur seinastu tvey-trý árinini, og hvørki hyggjari ella lurtari sær nakra sum helst betring síðani stovnurin hevur fingið fleiri krónur at arbeiða við, og betri umstøður, og journalistarnir fleiri túsund krónur meira um mánaðin.

Annika Mittún dugdi at leggja følarar út, so vit fingu áhugaverdar sendingar, eisini sera áhugaverdar sendingar frá gerandisdegnum, men seinnu tvey árini ella kanska trý, er tað alt stýrt eftir eini politiskari skrá, so Kringvarpið ístaðin fyri at venda sær úteftir nú vendir sær inneftir.

Og so ikki um at tala allar danskararnar sum eru í Morgunsendingini, ið skula siga okkum, hvussu vit skula liva og doyggja sum føroyingar og alt harímillum.

Ov nógv orka verður brúkt upp á at síggja til høpisleysar ósemjur av politiskum slagi, har lurtari og hyggjari skal taka støðu til spurningin eftir eina sending: fyri ella ímóti Jan Lamhauge!

Kom víðari Kringvarpið - tit eru sum løgmaður segði í Nýggjársrøðuni: "fyri alt føroya fólk".

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo