Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

FSN: Í morgun vitjaði Kári Sólstein frá morgunsendingini í útvarpinum á Føroya Skipara- og Navigatørfelag, har hann gjørdi beinleiðis samrøðu við Annfinn Garðalíð, formann í felagnum. Høvið var Altjóða Maritimi Dagurin hjá IMO, ið stendur fyri International Maritime Organisation, sum verður hildin í dag.

Í morgunsendingini greiddi Annfinnur Garðalíð frá ymiskum viðurskiftum og umstøðum, sum sjómenn virka undir. Serliga hevur verið torført hetta seinasta hálvtannað árið hjá nógvum sjómonnum, tí teir ikki eru slopnir at ferðast, sum teir hava viljað millum heimið og skipið orsakað av koronufarsóttini. Tað er komið fyri, at sjófólk, ið eru von við at vera í mesta lagi fýra vikur umborð, ikki eru sloppin heim í eitt heilt ár.

IMO hevur í sambandi við maritima dagin heitt á limalond um at luttaka við at lýsa upp í bláum søguligar almennar bygningar, hús, brýr, skip, søvn, søgulig støð og onnur pláss og støð. Eisini bygningurin hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelagnum varð lýstur upp í gjárkvøldið og verður tað aftur í kvøld.

- Føroya Skipara og Navigatørfelag luttekur sjálvandi á degnum og vit halda hetta verða eitt frálíkt hugskot og vóna, at onnur eisini taka hendan dagin til sín. Tørvur er á at seta fokus á føroyska sjóvinnu og at vísa umheiminum, at vit standa saman um mál á sjónum, sigur Annfinnur Garðalíð.

Møguleiki er at hoyra beinleiðis innslagið við Annfinni Garðalíð frá morgunsendingini á hesum leinki:
https://kvf.fo/gmf?sid=129285

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo