At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-186/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um barnatilfar á føroyskum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at geva Kringvarpinum neyðugu umstøðurnar at framleiða meira barnatilfar á føroyskum?

Svar
Til 1: Eg havi arbeitt fyri at útvega Kringvarpinum størri fígging so líðandi komandi árini, men tað hevur tíverri ikki borið á mál enn. Kringvarpið er ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Landsstýrismaðurin hevur tí ikki ávirkan á programmvirksemið hjá stovninum, men kann sambært kringvarpslógini gera public servicesáttmála við Kringvarpið, har til ber at raðfesta ávíst virksemi.

Tilfar til børn og ung eigur av mongum góðum grundum at vera ein av aðaltáttunum í virkseminum hjá Kringvarpinum.

Tilfar til børn og ung hevur eisini verið partur av public service-sáttmálanum frá fyrsta degi.

Tó hevur stovnurin ikki kunnað framleitt eins nógv tilfar, sum allir partar kundu ynskt sær.

Tað er kostnaðarmikið at framleiða upprunaføroyskt tilfar, samstundis sum stovnurin skal fevna breitt og røkka fleiri ymiskum málbólkum.

Í public service-sáttmálanum, sum arbeitt verður við í løtuni, og sum helst skal fáa gildi skjótast til ber, verður ikki bert ásett, at Kringvarp Føroya skal raðfesta gott tilfar til børn og ung, men eisini nógv tilfar til málbólkin.

Partarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt í eini tíð, har stóru stroymingartænasturnar varpa alt meira útlendskt tilfar, eisini til børn og ung.

Vit hava eisini aðrar stovnar, ið framleiða barnatilfar í stórum og góðum nøgdum, eitt nú Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Tó er Kringvarpið kanska tann mentanarberandi miðilin, ið røkkur longst, og eg taki tí avgjørt undir við, at meira tilfar til børn verður framleitt á stovninum ella til stovnin, børnum og ungum og føroyska málinum og samleikanum at gagni.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo