Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

KRIS, sum hevur til endamáls at geva menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi  vegleiðing og hjálp, at upplýsa um kynsligan ágang og fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, hevur føroyskað tvær norskar bøkur:  “Filokus og Blámaður-Klámaður” og “Høgguslokkurin”.

– Øll kunnu lesa bøkurnar, men tær eru sera viðkomandi í námsfrøðiligum høpi, t.d. á dagstovnum og í skúlum, sigur KRIS í tíðindaskrivi. Djóni Nolsøe Joensen, námsfrøðingur og Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur, ummæltu bøkurnar á sjálvum útgávudegnum hin 24. juni.

Ummælini kunnu lesast her:  https://kris.fo/2020/08/03/bokaframloega-hja-kris/

##med2##

“Filiokus og Blámaður-Klámaður”
Bókin “Filiokus og Blámaður-Klámaður” er ein myndabók um kynsligan ágang móti børnum. Rithøvundur er Marit Hoem Kvam.

Hundurin Filiokus og ísbjørnin Blámaður-Klámaður skulu læra børnini um kynsligan ágang. Ein klassisk lýsing um, hvussu ein skemmari kann fara fram, heldur rithøvundurin.

Hon vísir á, at bókin, sum er ein søga við myndlýsingum, eisini er ein yrkisbók. Aftast í bókini er ein yrkisligur partur til tey vaksnu, sum lesa bókina fyri børnum.

– Blámaður er ógvuliga stuttligur og fittur, og hann gevur Filiokusi góðgæti. So hendir tað, sum ikki má henda: Blámaður verður til Klámann.

– Ætlanin við bókini er at geva vaksna lesaranum størri innlit í trupulleikan innan kynsligan ágang og uppskot um, hvat man kann gera, og hvar man kann fara, um illgruni er um ágang.

“Høgguslokkurin”
Bókin “Høgguslokkurin” er ein myndabók um insest. Rithøvundur er Gro Dahle.

Bókin handlar um gentuna Gullu og kjarnufamilju hennara. Gulla er sum gull, tí hon glitar og strálar, tá ið hon spælir við sínar djóraleikur. Longu á fyrstu síðu fáa mamman, pápin og beiggin djóraheiti frá Gullu.

Gulla heldur, at beiggin er ein apa, sum dámar væl at fjolla og fáa Gullu at flenna. Gulla strálar eisini á myndunum, tá ið beiggin er apan. Mamman fær fleiri heiti - hon er ein hara, høna, bjørn ella bara mammudjórið, sum Gulla letur til. Pápan kallar hon ein struts.

– Ein fantastisk bók! Bókin um Apuna, sum verður til ein Høgguslokk, er sanniliga verd at lesa fyri bæði smáum og stórum børnum, sigur KRIS.

KRIS sigur, at dagstovnar og skúlar, ið ynskja at ogna sær bøkurnar, sum eru ókeypis, eru vælkomin at venda sær til KRIS á:  kris@kris.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo