Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fjølbroytt jólakonsert verður í Haldórsvíkar kirkju leygardagin 12. desember 17:00.

Umframt vanligan kórsang, verða nógvar aðrar samansetingar royndar: Klassiskur kórsangur við orgulfylgispæli. Romantiskur solosangur við klaverfylgispæli. Gospel við solisti, kóri, og klaveri. Gospel við klaveri.

Ella hvussu við eini christmas carol við solisti, kóri og orgli?

Reinar a capella-konsertir kunnu gerast keðiligar í longdini. Tí hevur kórleiðarin sett saman eitt programm, ið alla tíðina brýtur frá. Tó verða sjálvandi eisini onkrir góðir, gamlir jólasálmar at hoyra.

- Vit í Kristiliga sangkórinum eru spent at vitja vøkru áttakantaðu kirkjuna í Haldórsvík og vóna, at nógv tónleikaáhugað leita sær norður til hesa hugnalig bygd, sigur kórið.

Kórleiðari og fylgispælari er Sámal Matras Kristiansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo