Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var aftaná seinra heimsbardaga, at ein bók kom út í Noreg, har fleiri framstandandi persónar av ymiskum slag, har ímillum FIFA aðalskrivarin var ein, skrivað var um verandi støðuna í landinum. Sv. Seim umrøddi tímuliga og andaligu eftirvirkningarnar av krígnum. Hann tóktist framúr væl hava kunnleika um stoffi hann umrøddi, ikki minst av tí starvi hann hevði haft ábyrgd av inntil hann legði frá sær fyri meir at taka sær av familjuni.

Hann nevnir m.a. hetta, at barnið er knýtt at heiminum við einum trí tráðaða strongi,  kærleikans, blóðis og rættarinar strongi. Fyri øll kristin – og flest onnur eisini er hesi strongur trídupultur, sum intimt bindur seg í hvønn annan, so ongin kann taka tann eina, annan ella triðja fram og siga. Her er hann! 

Ein av menniskjans størstu ólukkum er at hava kvett ein ella meir av hesum bondum. Tá heimið, sum átti og skuldi vera, sum nærmast paradís, er vorið ein røvarahola, nærmast eitt mini fortapilsi, tá eru hesi bond ein óbótalig skaðager. Lógarinnar bond kunnu ongantíð erstatta til fullnar hjartabandi, sum ormurin frá avgrundini hevur gnagað og fullført verk sítt í.

Vit hugsa um øll sum fødd vóru uttan nakað hjúnarband, íð ikki kendu móður ella ein pápa sum vildi kennast við tey og øll frá einum upploystum ella fleiri heimum, av eini ella aðarari orsøk, ofta av einum vápnaðum nótraliteti í ráddi imillum foreldrini.

Hetta er sannuliga og nærmast ein blógi slagmark, har ofrið er barni fyrst og fremst av nótralitetinum hjá teim vaksnu, ansvarsleysheit og lættsindigheit. Sætt nokk er nógv miskunsemi, kærleiki og humanitetur, sum á mangan hátt við góðum gávum og einum stórum ofri, royna at bøta um skaðan fyri børn heim og foreldur, hvørs ábyrgd má sigast lig null verd..

Gævið vit ongantíð gerast troytt av at taka okkum av hesum børnum. Tann signing sum var ætlað at flóta inn í einstøku barnahjørtur ígjøgnum kærleikans, blóðis og rættarinar bond í t.d. í Gudselskaandi heimum og foreldrum bleiv partvís ella av ongum.

Av FIFA aðalskrivaranum  Sverre Seim

 

Endurgivið Jóhs. M. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo