Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er av stórum týdningi, at vit kenna okkara upphav og samleika. Jørðildið og rótfestið síggjast aftur í vakstrarlagi, húðarliti og hugsan. Tað er torført at krógva blettin, har lívið festi røtur og stelkur rann. Tað er als ikki nakað, ið skal verða dult. Staðsetingin myndar lívið og fatanina, hvørji vit eru.

Tað er ein almennur sannleiki, at vit hava loyvi at vera tey, ið vit eru. Tað er beinleiðis óhøviskt, um vit niðrandi umrøða útsjónd hins einstaka ella happa fólk av øðrvísi etniskum uppruna. Trongskygni sømir seg ikki framkomnum fólki. Vit mega taka frástøðu frá allari happing og óhøviskari atferð. Virðing tvørtur um mørk og avmarkingar er einasti vegur frameftir í einum nútíðar samfelag.

Saman við hesari staðfesting livir sannleikin, at hvør tjóð og hvørt samfelag hevur síni serstøku eyðkenni, ið eru ein samanrenning av umstøðum, jarðfrøði, og hugmyndafrøði. Verður hugsað um ástøði og tað hugsjónarliga, síggjast sjónlig spor eftir kristna trúgv í tí føroyska og norðurlendska samfelagnum.

Hin kristni arvurin er skapandi og kveikjandi. Lógarverkið byggir í ávísum førum á kristin virðir, hóast hesi virði í dag eru klødd í ein almennan málsligan búnað. Hin kristna fatanin av mannalívinum sum virðismikið og heilagt var við til at leggja lunnar undir tey mannarættindi, sum vit í okkara parti av heiminum meta sjálvsøgd.

Tað sømir seg kristnum fólki at hava ein víðan sjónarring, tí trongskygni elur sjáldan varandi dygd. Sannførd í trúnni á Jesus Krist kunnu vit í góðum treysti bera ein glaðan boðskap um frelsu og vónríka framtíð fyri fólk og land, hóast mangt broytist.

Ístaðin fyri at óttast framtíðina, nýggj rák og nýggja hugsan, eiga vit at styrkja okkara egnu vitan um tey kristnu virðini. Tann kristni arvurin eigur ikki at vera eitt gamalt skjal í eini skuffu. Heldur eiga hesi virði at mynda okkara lív í eini livandi persónligari trúgv, sum virðir menniskju treytaleyst uttan mun til lívsáskoðan.

Tollyndi er valla eitt hugsjónarligt fyribrigdi, ið kann praktiserast uttan haldgott kjølfesti í ástøði og tilvitan.

Tað krevur eitt ávíst mál av hugsan, um vit skulu hava tol við og møta menniskjum við tolmóð.

Viðhvørt mega vit uttan at missa støðufesti mýkja egin áhugamál ella egna sannføring, um vit fólkaræðisliga skulu kunna rúma øðrvísi hugsandi. Tað er eingin sjálvfylgja, at vit rúma onnur, ið grundleggjandi hugsa øðrvísi. Tað er óivað ein fjølbroytt orsøk til persónligar og etniskar vanlagnur.

Mannarættur og treytaleys virðing fyri menniskjum uttan mun til etniskt upphav, trúgv ella førleikar er ikki dottin niður úr hválvinum eftir einum degi. Í gjøgnum øldir er hugsjónin ment í teimum vesturlendsku samfeløgunum, ið søguliga hava havt sínar hugsjónarligu keldur í kristindóminum og tí humanistisku hugsan, ið er kveikt av læruni hjá timburmanninum úr Nasaret.

Áhugavert er at síggja úrslitið, ið grannarnir eystanfyri komu til, tá ið tann norska Grundlógin fekk virðisgrundarlagið staðfest í 2012. Longu í § 2 verður sagt: “Virðisgrundarlagið verður verandi okkara kristni og humanistiski arvur.” 1)

Týdningarmikið er at staðfesta tey grundleggjandi virðini, ið samfelagið byggir á. Hin kristni arvurin er eyðsýndur í einum landi, ið byggir á grundliggjandi súlur sum t.d. upplýsing, talufrælsi, trúarfrælsi, fólkaræði, mannarættindi og javnbjóðis rættindi.

Staðfestingin er neyðug, tá ið tað fjølbroytta samfelagið er vorðið so fjølbroytt, at fólkið valla veit, hvaðani frælsið stavar. Ásannað verður uttan neyv dømi at bæði kristindómurin og human hugsan hava myrkar blettir í heimssøguni ávís tíðarskeið.

Tó, valla er tað ov mikið sagt, at kristna trúgvin og humant rák, ið er sprottið úr kristnum jørðildi, hava ment mannsømiliga hugsan um menniskjað, tess virði og rættindi at liva hóast skerdar førleikar, brek og ellisbrek.

Tjúgunda dag jóla kunnu vit dvølja við kenda norðurlendska siðvenju, at skúlarnir í adventini fara til jólagudstænastu. Nú er fólkaskúlin fyri øll, kristin sum ikki kristin. Tess vegna komu gudstænasturnar í grannalondunum í mótvind og vórðu avlýstar ymsastaðni. Ein skúli, ið ikki varpar ljós á mentanarlig fjølbroytni og veitir frálæru í andsfrælsi og tolsemi, mennir ikki fólkaræði og demokratiska hugsan.

Í einum landi, ið byggir á kristin virðir og kristnan arv, er tað merkisvert, at vit sum upplýst fólk ikki av álvara varnast virðisgrundarlagið, ið samfelagið byggir á. Andsfrælsi og tollyndi hanga saman og treyta hvørt annað. Heimssøgan kann læra okkum, at einki hongur í leysum lofti, heldur ikki mannarættindi ella tollyndi.

At hyggja út í havsbrúnna og síggja sjónarringin krevur landfast festi. Okkum tørvar ein vegvísara, eitt útgangsstøði og eitt mál. Eru hesi trinni atlit ikki kend, verður torført at rætta kumpassina. Tá ið kumpassin fer at mæla, ørar skjótt hjá teimum, ið hava róðurtørn.

Orð Jesu Krists eru tjóðini holl landkenning. Vit kunnu seta kós og fáa eina sámiliga sigling. Tá ið loðsurin, Jesus, kemur á brúnna, ger tað allan munin. Amen.

Orðið: “Við vísdómi verða hús bygd, og við vitsku verða tey grundfest.” (Orðtøk Sálomons 24,3).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: 1) Halvar Nordhaug og Henrik Sysse: “Hvor kristent skal Norge være?”, Vårt Land Forlag, Oslo 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo