Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Áðrenn tilvitið dagaði fram sum tilvitska, var krossins merki rist fyri pannu og bróst til vitnisburðar um, at eg skuldi tilhoyra hinum krossfesta og upprisna Jesusi. Tað gevur mær ein djúpan frið, ið eingin og einki órógvar. Tað er samleikin.

Løtan við doypifuntin er heilag. Borin til hin heilaga sum barn, ella tváaður í dópsins vatni sum vaksin. Tað er ikki ein spurningur um nær á lívsleiðini, vit verða tváað. Alt avgerandi er, at løtan av náði Guðs er okkara í trúgv til trúar.

Í lívsins skiftandi meldri og avbjóðingum, er krossins merki kjølfestið. Tað er trygt at vita, at maðurin á krossinum sum ein livandi frelsari er við í øllum vára forløgum. Sum barn gav tað sálini ein djúpan frið, tá ið presturin við endan á gudstænastuni lýsti signingina og risti krossins merki.

Um mær unnist at sovna út úr hesum jarðarlívi í tí kenda og trygga, verður krossins merki tann seinasta talan, ið prestur heldur yvir likaminum á kirkjugarðinum.

Eisini yvir tey, ið fingu váta grøv ella ongantíð vórðu funnin aftur, lýsa vit krossins merki við serstakar og árligar løtur, tá ið vit minnast tey, ið farin eru.

Eisini tey, ið ongantíð komu aftur, eru funnin og vunnin.

Krossurin fevnir øll, svá tann tvørgangandi bjálkin vitnar. Eingin er ella verður settur uttanfyri tað økið, ið krossurin fevnir. Krossurin er sum maðurin á krossinum. Jesus roknaði øll uppí og taldi øll við, tá ið verkið var fullgjørt á Golgata.

Krossurin er meira enn tveir træbular, ein steyrrættur og ein tvørgangandi. Krossurin er kristologi, t.e. ein útsøgn ella fráboðan um Jesus. Givið er tað, at boðskapurin um krossin fær somu lagnu, sum øll onnur boðandi tala. Krossins tekin krevur sum ein útsøgn í umhvørvinum, at vit taka støðu. Vit eru fyri ella ímóti, og fá er líkasæl.

Tað áhugaverda er, at júst eitt deyðans amboð gjørdist symbolið hjá kristindóminum  og teimum kristnu. Í fyrstu atløgu tykist tað løgið. Í aðru atløgu er tað lættari at fata, um vit hava í huga, at krossurin er kristologi, t.e. ein útsøgn um Jesus.

Krossurin er ein frásøgn um mannin úr Nazaret, Guðs einborna son, sum átók sær synd heimsins og lat hana negla til krossin. Avrættingar amboðið gjørdist sostatt tekin um lív, vón og gleði.

Við Jesu krossfesting er synd heimsins krossfest. Við Jesu deyða er synd heimsins dømd til deyða. Við uppreisn Jesu páskamorgun rísa vantrúgvin og ivin upp til sannførda vón og lívsfríska gleði í hjørtum manna.

Verður kagað inn í søguna, er krossurin alt frá gamlari tíð kendur sum amboð til at revsa og avrætta brotsmenn og krígsfangar. Krossarnir vóru ymiskir í stødd og skapi.  

At krossfesta livandi brotsmenn var ikki vanligt í tíðarskeiðinum, ið GT fevnir um. Vóru fólk dømd til deyða, vórðu tey steinað til deyða. Men tað hendi, at tey deyðu vórðu hongd upp í eitt træ sum ein álvarsom ræðandi ávaring.

Hóast siðvenjan var nakað ymisk í tí stóra rómverska ríkinum, revsaðu rómverjar fólk, ið framdu álvarsom brotsverk, við deyða á krossi. Krossfesting er sostatt eitt væl kent amboð til avrætting í rómverska ríkinum.

Ísrael var á Jesu døgum hersett av rómverjum. Jødar og rómverjar gingu saman í ráð til tess at taka Jesus av døgum. Jødarnir mettu, at Jesus spottaði Guð, tí hann segði seg vera son Guðs og frelsara fólksins. Rómverjarnir sóu í Jesusi ein politiskan uppreistrarmann, ið órógvaði hersetingarvaldið.

Tann 23. juni 2019 var 100 ára dagurin hjá Merkinum hátíðarhildin í Fámjins kirkju. Undirritaði helt tá eina prædiku um frímóð á dómadegi.

Merkið ber krossins merki. Sostatt boðar føroyska flaggið boðskapin um Jesus Krist. Tað er føroysku tjóðini gagnligt, at vit geva Guðs orði gætur í tí heimliga og almenna samfelagnum. Kristnin eigur at halda krossins merki hátt bæði í tí persónliga og almenna rúminum.

Tað tykist mær háðan móti Føroya landi, um vit goyma Merkið burtur ella skammast við tað. Vit eru føroyingar serstøk tjóð og rúma nýggjum føroyingum.

Tað tykist mær vandamikið og óheppið fyri land og fólk, um vit skammast við ella fjala krossins merki í tí persónliga lívinum ella almenna rúminum.

Prædikan í Fámjin endaði við hesum orðunum:

“Hátíðardagurin í Fámjin, nú Merkið er hundrað ár, vísir vegin. Tá ið Merkið er vundið í húnar hátt ella kvøður sorgblítt á hálvari stong, hevur tað tvinni festi. Annað festið er í erva, og hitt festið er í neðra.

Á sama hátt við lívi manna við atliti at dómadegi. Okkum tørvar eitt festi í erva, ið er línan til Guðs kærleika í Jesusi Kristi. Okkum tørvar eitt festi í neðra, ið er línan til medmenniskjað og samfelagið. Hesi bæði festini avgera virðið av jarðarlívinum og ævinleikan.” Amen. 

Orðið: ”Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.” (Fyrra Korintbrævið 1,18).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo