Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ovi Brim, sóknarprestur, er vorðin forsprákari fyri populistiskari lýsing / reklamubygningsverki av kristnu trúnni, men hevur ikki skilt at kristni krossurin ikki er eitt listarverk sum so, men eitt frámerki ella symbol, ið stavar frá krossfestingini á Golgata.

At gera krossin um til listarligt arbeiði er kanska at fara rættiliga langt frá tí krossurin umboðar og er ætlaður at umboða.

Ovi Brim hugsar sær at henda órørda náttúra, skal verða eitt stað, har friður og sómi valdar, fólk kunnu ganga sær ein túr, seta seg niður við síðuna av ovurstóra kolossinum av einum krossi - ið mestan er at skoða sum ein vánaligur lýsingarsteyri fyri onkra handismiðstøð - og biða sina stillu bøn ella hugsa sær listarligar tankar.

Hetta er tað reina møsn og tankaflykr frá Ova Brim, sóknarpresti.

Sum prestlærdur má takast sum givið, at Ovi Brim er kunnugur um aldargomlu grisku og romverksu filosoffarnar og teirra tulkingar av veruleika og fiktión, og enntá tí nærri okkara tíðarskeið í 18´du øld upplýsingartíðskeið, har vitugir filosoffar og hugsjónarmenn komu nærri tulkingum og gransking av náttúruni út frá ikki-átrúnaðarligum og vísundaligum sjónarmiðum.

Sum við antikku / aldargomlu filosoffunum, serstakliga Cicero, og táverandi upplýsingartíðarskeið inntil rómararíkið fall umleið ár 500.e.Kr. sæst mllumtíðarskeiðið til nýggju upplýsingartíðina við m.a. Voltaire, at verða eitt afturhaldsins og reaktionert tíðarbil har, kristindómsins pessimisma og svartskygni valdaðu.

Teksturin De Natura Deorum ("Natúra Gudanna") frá Cicero er megnar verk, ið filsosoffar tóku til sín fleiri hundrað ár seinri, og har aðaltátturin just er ikki at blanda átrúnað og náttúruvísindi saman.

Og tað er júst har Ovi Brim fellur í egnu grøv sum prestur, at tað nevniliga ikki er í Guds fríðu og óspiltu náttúru at hin einstaki hevur sínar stillu bønir.

Slíkar verða hildnar í loynikamarinum har alt uttanfyri standandi er burtur, einki órógv av fugli ella seyði, ella tyrluni, ið skundar sær norður ella suður, ella ambulansuni, ið fer ýlandi niður í Eysturoyartunnilin.

Ovi Brim átti allarhelst sum prestur at sett bønhúsið, kirkjuna, og tess einfalda, stilistiska og nakna kross við krossfesta Kristusi í væl størri virðing, enn at gera seg til forsprákara fyri turrgjeldum og vánaligum symbolikki og vánaligari populistiskari "list" ovast á Høganesi.

Slíkt er ikki til nakra æru, sóma ella virðing fyri siðiligan kristindóm og føroysku kirkjuna.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo