Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Samfelagið rópar eftir, at talgilding verður raðfest í fólkaskúlanum, og tí undrar tað formannin í Føroya Lærarafelag stórliga, at ætlaða kt-varðaútbúgvingin, sum í nógv ár hevur staðið fremst í røðini av eftirútbúgvingum og bíðað, enn einaferð tykist verða skotin út í framtíðina.

- Vit skilja ikki, at Mentamálaráðið ikki tekur hesa avbjóðingina í álvara. Tað er ikki bara at fylla skúlarnar við teldum og teldlum; teldur og teldlar í sær sjálvum tryggja ikki læring. Mentamálaráðið umber seg við, at tað eru kommunurnar, sum keypa telduútgerð til skúlarnar, og tí eru tað tær, sum skulu gjalda viðlíkahaldið.

-Trupulleikin er bara, at tað er eingin avtala millum partarnar um hetta, og tí kann henda umberingin ikki brúkast fyri enn einaferð at bremsa kt-varðaútbúgvingini. Fyrr enn ein avtala fyriliggur, sum staðfestir annað, so er støðan tann, at tað er landið, sum eigur uppgávuna.

Uppgávan at røkja tólini, tað vil siga teldur, teldlar og annan telduútbúnað, sum skúlin eigur og ognar sær, eigur ikki at liggja á herðunum hjá lærarum, tí hetta er ein teknisk uppgáva, ikki ein námsfrøðilig, sum er fremsta uppgávan hjá lærarum, heldur landsstýriskvinnan. Formaður Føroya Lærarafelags er ósamdur; hann heldur ikki, at myndin er so einføld.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo