Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norðlýsið: Upprunaliga var ætlanin als ikki, at kubatrolararnir skuldu nýtast til fiskiskap. Í samrøðu við Sosialin tann 11. februar 2003 segði Knút Nolsøe, fyrrverandi tekniskur leiðari hjá Skipafelagnum, at Kubatrolararnir vórðu keyptir til oljuvinnuna.

“Tað sum hendi var, at bretska oljufelagið, Total Oil, sendi Skipafelagnum fyrispurning fyri at vita, um tað hevði áhuga at átaka sær uppgávuna at verða útgerðarfelag hjá vaktarskipum hjá boripallum norðarlaga í Norðsjónum,” sigur hann.

Bretska felagið hevði ætlan um at brúka Trongisvágsfjørð sum oljuhavn, og á Tvøroyri var stórur áhugi fyri tí.

“Men tá ið málið varð lagt fyri Landsstýrið var tað blankt afturvíst at gera oljuhavn í Føroyum,” sigur Knút Nolsøe.

“Teir gjørdu púra greitt, at tað skuldi onki oljuvirksemi til Føroya,” sigur hann.

Tá í tíðini var vanligt, at fiskivinnan stríddist við hond og fót ímóti oljuvinnuni, tí stúrt var fyri dálking.

Hetta var orsøkin til, at Total Oil vildi sleppa til Føroya. Felagið hevði stórar trupulleikar at fáa atløgupláss og aðrar sømdir, bæði í Bretlandi og í Hetlandi, og hetta mundi eisini vera orsøkin til, at landsstýrið var so avvísandi.

Fingu tilboð um níggju skip
“So hendi tað í 1973, at eitt tilboð kom frá eysturtýskarum um at keypa níggju skip, sum lógu í Havanna. Talan var um systurskip, sum vóru smíðað í Rosslau í Eysturtýsklandi í 1970 og sum kubanar skuldu hava,” sigur Knút Nolsøe.

Orsaka av eini ósemju millum eysturtýskarar og kubanar, vóru skipini ongantíð farin til fiskiskap.

Knút Nolsøe og Oddur Niclasen fóru yvir til Kuba at hyggja eftir skipunum, og endin var, at teir góðu tilboð um at keypa øll skipini í Havanna uttan nakra sum helst trygd og uttan nakað útgjald, og at sigla tey til Føroya.

Skipini vóur bílig. Sjey av skipunum kostaðu tvær milliónir fyri hvørt, áttanda skipið kostaði nakrar hundraðtúsund krónur og níggjunda skipið uppaftur minni - men tað mátti eisini sleipast til Føroya.

Skipini vóru óbrúkt og tí í góðum standi, men keypararnir vistu, at motorarnir vóru av einum slagi, sum ringar royndir vóru av, men teir hildu, at tað mundi ikki bila, tí skipini skuldu fyri tað mesta virka sum vaktarskip hjá boripallum, og har var ikki nógv sigling.

Skipini vóru eina tíð í oljuvinnuni, men tað dovnaði skjótt burtur. Ein orsøk var, at í landsstýrinum vóru tey ikki so fegin um, at skip sum høvdu ilt við at fáa sømdir í skotskum og hetlendskum havnum, skuldu sleppa til Føroya ístaðin.

Til fiskiskap
Nakað seinni varð felagið Beta sett á stovn, og har vóru skipini til fiskiskap í umleið 30 ár.

Á Torradøgunum fer Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta, at greiða frá fiskiskapinum hjá Kubatrolarunum ígjøgnum 30 ár, og samanbera hann við annan fiskiskap. Hann fer eisini at gera nakrar niðurstøður út frá tilfarinum, hann hevur um Kubatrolararnar, og meta um, hvat kann broytast í fiskivinnuni, og eisini fer hann at tosa um fiskiskap hjá øðrum tjóðum í mun til tann føroyska.

Olaf Olsen verður at hoyra í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld klokkan 19:30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo