Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Í mai í ár var nakað av kúlulaksi fingið á árligu sildakanningunum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska rannsóknarskipið hevur fingið kúlulaks, men eisini í økinum eystan fyri okkara kanningarøki fingu norska og danska rannsóknarskipið kúlulaks.

Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hjá kúlulaksinum hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er tí gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, ið hevur verið at síggja um okkara leiðir ólíka ár síðani 2017.

Í eini norskari grein eru kúlulaksaúrslitini frá øllum trimum skipunum frá kanningunum í mai 2021 sett saman. Kúlulaksurin var í 2021 spjaddur um størri øki enn í 2017 og 2019. Norskir granskarar stúra fyri, at um ov nógv verður av kúlulaksi, kann hetta fáa avleiðingar fyri bæði alibrúk og vistskipanir í áunum.

Eisini Fiskaaling fylgir gongdini við kúlulaksinum. Í 2017 og 2019 fingu tey nakrar kúlulaksar, og í 2019 vóru flestu teirra nær gýting. Meira kann lesast um tey úrslitini her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo