40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Føroyskur fótbóltur fær nógva umrøðu uttanlands í hesum døgum, og tað hevur samstundis við sær, at størri áhugi er at vedda um føroyskar dystir. Men tað kann eisini hava nakrar vansar við sær.

- Tað er greitt, at tað eru skipaðir brotsmenn, ið standa á odda fyri hesum, og tað kann tí vera sera vandamikið at koma í hóslag við. Men einki dømi er um avtalað spæl í føroyskum fótbólti, og hetta fer vónandi at blíva verandi soleiðis, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Síðani føroyska Betri Deildin hjá monnum fór av bakkastokki tann 9. mai, hevur føroyska kappingin fingið nógva umtalu uttanlands. Millum annað vísir norska TV2 fleiri dystir á teirra sjónvarpsrásum, umframt at dystirnir kunnu síggjast á ymiskum internetsíðum, sum veddingarfyritøkur vara av.

Men nógva umtalan kann eisini hava nakrar neiligar avleiðingar við sær – serliga tá hugsað verður um “match fixing”, ella avtalað spæl, sum tað eitur á føroyskum.

Tí sannlíkindini fyri, at spælarar í føroysku kappingini kunnu fáa áheitanir uttanlands um at ávirka úrslit í dystum, hevur allarhelst ongantíð verið størri enn júst nú.

Men fyri at koma hesum til lívs, hevur Fótbóltssamband Føroya í fyrstu atløgu gjørt av at vitja øll feløgini í fremstu deildini hjá monnum og greiða teimum frá, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, um ein spælari gongur við til avtalað spæl.

Venjarar, spælarar, hjálparfólk og onnur kring liðini verða í sambandi við vitjanirnar kunnaði um, hvat tey hava loyvi til í samband við vedding, og hvat tey ikki hava loyvi til.

– Hesin trupulleiki hevur ikki verið í Føroyum, og vit vænta heldur ikki, at hetta ikki verður nakar trupulleiki. Men vit ynskja at vera so væl fyrireikaðir sum tilber, og tað er orsøkin til, at vit eru farin í gongd við at kunna feløg og spælarar um “match fixing”, sigur Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo