Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Landsverk: Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi um innihaldið í verkætlanini, og hvussu hetta arbeiðið fer at ávirka ferðsluviðurskiftini í tunlunum.

Virksemið norðan fyri tunlarnar Norður um Fjall er økt munandi seinastu árini. Hetta hevur millum annað við sær, at neyðugt er at økja um el-orkuna í økinum. Tí fer SEV komandi mánaðirnar undir arbeiðið at leggja el-kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Talan er um eitt heldur krevjandi arbeiði, sum tekur tíð, og sum tískil eisini fer at ávirka ferðsluna í tunlunum. Arbeiðið byrjar hálvan oktober og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir. Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, meðan arbeitt verður millum klokkan 23.00 á kvøldi til 05.30 á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00.

Í sambandi við fyrireiking av arbeiðinum eru serligar trygdarætlanir gjørdar fyri arbeiðið, soleiðis at trygdin í tunlunum  verður minst møguliga ávirkað , meðan arbeitt verður. Hvørja nátt verður tyrvt út yvir aftur grevsturin, og vegurin verður somuleiðis javnan vaskaður, soleiðis at ferðslan um dagin verður minst møguliga nervað av arbeiðinum. Tá arbeiðið er liðugt, verður øll vegbreiddin asfalterað av nýggjum.

Kunnandi fundur í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli
Skipað verður fyri kunnandi fundi um hetta arbeiðið mikudagin 27. september kl. 19.00 í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli, har umboð fyri SEV, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Endamálið við fundinum er at geva øllum áhugaðum innlit í verkætlanina, hví hetta arbeiðið er neyðugt at fara undir júst nú, og eisini at geva øllum innlit í tíðarætlan fyri verkætlanina og broyttu ferðsluviðurskiftini í tunlunum hetta tíðarskeiðið.

Skrá
Kl. 19.00:    Vælkomin: Umboð fyri kommunurnar
Kl. 19.15:    Verkætlanin: SEV
Kl. 20.00:    Ferðslutrygd og –viðurskiftir: Landsverk
Aftaná ber til at gera viðmerkingar og seta spurningar.

Øll áhugaði eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo