Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Umhvørvisstovan: Í sambandi við, at tað á fyrsta sinni eru framdar kanningar av ávísum dálkandi evnum, serliga perfluoreraðum alkyl evnum, stytt PFC, í Føroyum, verður skipað fyri almennum fundi á Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 hin 20. november 2015 kl. 13 – 16.

Á fundinum verður greitt frá nýggjum kanningum av PFC í laksi og uppsjóvarfiski. PFC er eitt slag av dálkandi evnum, sum m.a. hava verið brúkt í eldsløkkjarum til ávísi endamál, og sum verða nýtt at verja pappír, klæðir og skógvar móti fiti og vætu. Kanningarnar vísa eitt lágt innihald av hesum evnum í fiski og aldum laksi.

Kanningar av PFC, sum nú verða gjørdar í Føroyum, eru vorðnar møguligar, tí at framkomin tól, sum kunnu eyðmerkja og máta nøgdir av evnum, so sum PFC, vórðu keypt til Granskarasetrið iNOVA tíðliga í ár. PFC er annars ikki bert eitt evni, men fleiri, og ímillum hesi er PFOS helst best kent millum fólk. PFOS verður bert spakuliga brotið niður í náttúruni, og flytist langt, bæði loftvegis og við havstreymum. Á okkara leiðum er PFOS ávíst í eini røð av føroyskum matvørum og vatni, eisini drekkivatni. Kanningar av føroyskum børnum hava víst á eitt møguligt samband millum PFOS og veikari virknað av koppsetan. Tó, kanningarnar benda á, at innihaldið av PFOS er lágt í føroyska umhvørvinum, og tí eisini lágt í flestu matvørum av føroyskum uppruna.

Úrslit av slíkum kanningum kunnu m.a. brúkast til at marknaðarføra føroyskar fiskavørur, men eisini til at granska, hvussu hesi evnini flytast og upphópast í náttúruni, og sjálvandi eisini í djórum og fólki. Á fundinum verður greitt frá kanningunum, sum eru gjørdar, hvussu tær komu í lag, hvussu tær verða gjørdar, hvørji úrslitini eru, hví hetta er týðandi vitan eisini sæð í einum fólkaheilsusjónarmiði, hvørjir aðrir møguleikar eru við hesum tólunum og ikki minst, hvat vinnupartarnir meta um samstarvið higartil og útlit frameftir.

Skráin:
13:00 – 13:25:    PFC verkætlanin
Søgan og gongdin hjá verkætlanini – hvussu verkætlanin kom í lag og endamálið við henni.
Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, greiðir frá.

13:25 – 13:50:    Um tólið
UPLC-MS/MS og APGC-MS/MS. Lýsing av tólunum. Dømir um annað, sum kann verða kannað.
Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, greiðir frá.

13:50 – 14:15:    Um úrslitini
Kanningar av PFC í alilaksi, makreli, sild, gulllaksi og svartkjafti.
Heini Viderø Johannesen, evnafrøðingur knýttur at PFC-verkætlanini, greiðir frá.

14:15 – 14:45:    Steðgur

14:45 – 15:10:    Hvaðani fáa vit so PFC í Føroyum
Keldur til PFC, serliga tey, sum eru at finna í matvørunum hjá okkum.
Bjørg Mikkelsen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, greiðir frá.

15:10 – 15:35:    Sambandið millum PFC eksponering og fólkaheilsu – við støði í gransking av PFC árinum
Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, og Jónrit Halling, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, greiða frá.

15:35 – 16:00:    Vinnuperspektiv í PFC verkætlanini
Hvat hevur vinnan fingið burturúr, og hvørji eru perspektivini, sum vinnan sær fyri víðari arbeiði á granskarasetrinum.
Durita Nielsen, Hiddenfjord, greiðir frá

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo