Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

EUR Express: Vit á EUR Express hava tikið heilsutilmælini til okkara og royna at tillaga virksemið. Vit gera tó alt fyri, at hetta ikki skal ávirka okkara tænastu.

Vit hava deilt okkum í bólkar, har helvtin av starvsfólkunum arbeiða heimanifrá og serskipan er gjørd fyri bilførararnar.

Okkara bilførarar fara at taka serlig atlit komandi tíðina.

Vegna smittuvanda kunnu bilførararnir ikki samskifta við viðskiftafólk á sama hátt sum áðrenn.

Vøran verður sum vanligt koyrd til dyrnar, men tað SKAL verða stór frástøða millum bilførara og viðskiftafólk.

Sum støðan er nú, skal alt gjald umvegis banka.

Bilførararnir taka ikki ímóti reiðum peningi og kortteminalur verður heldur ikki brúktur.

Vónandi verður hettar yvirstaðið skjótt – ansi nú eftir tykkum og hvørjum øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo