



Hiddenfjord fer at seta smolt út í smoltslangum tvørtur um Sørvágsfjørð, sett verður út frá parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið í Selvík.
Smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum.
Vísandi til kort, so er ein siglingarrenna sum er 100m breið, hendan er merkt við gulum boyum.
Í siglingarrennunni liggur slangan á 10 metrar dýpi.
Byrjað verður týsdagin 7. juni 2022 og arbeiðið heldur fram til og við fríggjadagin 1. juli 2022
Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi, tá siglt verður inn og út av Sørvági.
Eru ivamál kann ringjast á tlf. 233205.
Sørvágs kommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo