Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinnuhúsið: Í samstarvi við Reyða Kross í Føroyum skipaði Vinnuhúsið í farnu viku fyri kunningartiltaki um føroyska arbeiðsmarknaðin.

Á skránni var kunning frá Vinnuhúsinum, TAKS og ALS.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, bjóðaði vælkomin og Birita Biskopstø, ráðgevi, greiddi frá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvussu hann er skipaður.

Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS og Høgni í Stórustovu, deildarleiðari greiddu frá ALS-skipanini, og hvussu ALS kann hjálpa í tilgongdini at fáa eitt starv.

At enda greiddi Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS frá føroysku skattaskipanini, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld vera goldin í Føroyum.

Fakfelagsumboð vóru til staðar á kunningartiltakinum at kunna um teirra virksemi. Í steðginum og eftir tiltakið høvdu luttakararnir høvið at kunna seg nærri, at seta spurningar og ikki minst at útfylla skrásetingarskjølini hjá ALS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo