Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fer nú at bjóða borgarum í Nes-Runavíkar og Sjóvarkommunu eina fyribyrgjandi og  heilsufremjandi heimavitjan.

Hendan tænastan kemur at fevna um borgarar, ið eru 75 ár og eldri.

Talan er um eitt tilboð, sum borgarin sjálvur tekur støðu til, um hann vil gera brúk av ella ikki.

Endamálið við vitjanini er, at kunna  um fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk og soleiðis ”binda um heilan fingur” og stuðla um førleika og heilsu borgarans.

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi og hugnaløtu, har øll 75 ára gomul og eldri eru hjartaliga vælkomin.

Fundurin verður í Kelduni í Skálabotni mikudagin 27. januar kl. 19.00
Umframt at kunnað verður um hesa nýggju tænastu hjá Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum, har høvi  verður at seta spurningar, fer Jógvan Fríðriksson,biskupur at hugleiða um evnið ”Lívsvirði og eldratilveran”.

Eisini kemur Sangbólkurin frá Undirhúsinum á Toftum at seta dám á løtuna.

Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo