Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið 11. november kl. 17 – 19 skipar Vinnuframi fyri kunningarfundi um fígging og ílegging.

Vinnuframi veitur ráðgeving, vegleðing og stuðlar fíggjarliga vinnuni í avmarkaðan mun, uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Vinnuframi kann ikki geva lán ella gera íløgur, men tað kunnu aðrir stovnar og fyritøkur í Føroyum.

TF Íløgur, Royndin, Framtak og BankNordik fara at greiða frá hvat skal til hjá einum íverkseta ella fyritøku fyri at fáa fígging ella ein íleggjara. Vinnuframi hevur dagliga samstarv við føroyskar íverksetarar ið hava spurningar sum:

•    Hvussu fái eg fígging?
•    Hvussu finni eg ein íleggjara?
•    Hvørji eru krøvini til mín sum íverkseti?

Hesum fara TF Íløgur, Royndin, Framtak og BankNordik at svara mikukvøldið kl. 17.

Tiltakið verður í høllini hjá Vinnuframa, Hoyvíksvegur 51. Tað er ókeypis og øll eru vælkomin.

Facebook leinkja til tiltakið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo