Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hósdagin 21. september 2017 kl. 20 skipar Varðin Pelagic fyri kunnandi fundi í SALT um byggingina av nýggja uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri.

Endamálið við fundinum er at kunna borgarar um bygging og ætlanir fyri nýggja virkið.

Á fundinum fara fólk frá fyritøkuni at greiða frá um arbeiðið við virkinum.

Serfrøðingar, ið arbeiða við stóru verkætlanini, fara eisini at greiða frá sínum ábyrgdarøkjum. Eitt nú verður kunnað um sjálvan bygningin, innrætting og framleiðslu, uppbygging, trygd og loyvir.

Borgarar fáa eisini møguleika at seta spurningar á hesum kunnandi fundi.

Skrá fyri fundin er at finna her: www.facebook.com/vardinpelagicfo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo