Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri og fleiri kommunur hava seinastu tíðina undirskrivað samstarv við MEA – húsið fyri familjumenning, sum í næstum fer at bjóða foreldrum í kommununi ókeypis foreldraskeið.

Herfyri bleiv avtalan við Kunoyar kommunu undirskrivað, so eisini borgarar á Kunoynni kunnu fáa gleði av nýggja tilboðnum. Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri sigur, at hetta er ein liður í at styrkja um familjuna, og vónar at borgarar taka væl ímóti átakinum.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Kunoyar kommuna eisini vil vera við í samstarvinum, og vónar at fleiri leggjast afturat komandi tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo