Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sendistova Føroya í Keypmannahavn: Í morgin, fríggjadagin, skipar Sendistova Føroya í Keypamanahavn fyri kveikjandi íversetaratiltaki á 5. hædd á Norðurbryggjuni.

Á skránni verða framløgur og prát við íverksetar og serkøn á økinum. Brellbitar og okkurt gott at leska sær við verður bjóðað, umframt lutakast við góðum vinningum.

Tiltakið er skipað í samstarvi við vinnuframaskipanirnar, ið eru Vinnuframi, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið. Endamálið er at skapa bestu umstøður hjá útisetum at fara undir egna fyritøku, meðan teir eru staddir í Keypmannahavn, og samstundis menna eitt sterkt samband heimeftir til Føroya.

Dyrnar lata upp kl. 15.30, og kl. 16.00 setur Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, tiltakið.

Framløguhaldarar verða Dann Thorleifsson frá Censure Design, og Casper Blom, ungur danskur íverkseti.

Eftir framløgurnar luttaka føroyskir íverksetar úr bæði Føroyum og Danmark, umframt onnur serkøn við básum, har tey greiða frá, hvat tey takast við, svara spurningum og kjakast um hugskot og viðkomandi evni.

Tey luttakandi eru: Drink Saver • Faer Isles Whisky • FarPay • Finsdóttir • 1handplate • Kirvi • Matkovin • Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard • A4/Tín Stálveitari • Alarm.fo • Gómagott • SafeFriend • Silvursnið • TechCare • TOSA • Útilív • Furniturista.dk • Neysting • Hugskotið • Íverksetarahúsið • Vinnuframi • Framtak • Betri • Fróðskaparsetrið

Fleiri av teimum luttakandi íverksetunum sita dagliga á menningardeplinum á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Í tøttum samstarvi við føroyskar vinnuframaskipanir bjóðar Sendistovan skrivstovu- og fundarhøli, umframt ókeypis ráðgeving til føroyskar íverksetarar. Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á einari av bestu adressum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir. 

Íverksetaratiltakið á Norðurbryggjuni fríggjadagin 26. oktober er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo