Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

"Samanumtikið hevði umboðsmaðurin ongar viðmerkingar til avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um at nokta innlit í tilmælið og gjørdi ikki meira við málið".

Løgtingsins Umboðsmaður heldur ikki, at Fiskimálaráðið bar seg skeiv at, tá tað noktaði Kringvarpinum innlit í tilmæli frá fyritingini viðvíkjandi útlutan av ítøkiligum kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Fiskimálaráðið vísti á, at talan var um eitt innanhýsis arbeiðsskjal sum journalisturin í Kringvarpinum vildi hava.

- Umboðsmaðurin var samdur við metingini hjá Fiskimálaráðnum í, at tilmælið hjá umsitingini í Fiskimálaráðnum var eitt innanhýsis arbeiðsskjal gjørt av myndugleikanum til egna nýtslu, ið sum útgangsstøði ikki var fevnt av rættinum til innlit, sambært § 7, stk. 1, nr. 1 í lógini um innlit í fyrisitingina, verður sagt í álitinum.

Les alt álitið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo