Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kringvarpið: Nýggjastu hyggjarakanningarnar vísa, at hyggjaratølini hjá KvF eru góð. 57,6 prosent hugdu at Degi og Viku mánakvøldið 7. mars, og talið váttar gongdina seinastu mánaðirnar, sigur kringvarpsstjórin. 

“Tað vísir seg, at fólk í ringum tíðum – antin tí kríggj, umfarssótt ella okkurt annað ger um seg – leita til public service-rásirnar, tí har vænta tey at fáa álítandi tíðindi. Hetta síggja vit eisini aðrastaðni”, sigur Ivan Hentze Niclasen.

Hann leggur afturat, at tølini eru vorðin alsamt betri, síðani Kringvarpið broytti konseptið fyri Dag og Viku fyri fáum árum síðani.

Kringvarpið hevur fingið tølini fyri, hvussu nógv hyggja at ávísum sendingum.

Næstsíðsta fríggjakvøld hugdu 55,2 prosent at Degi og Viku. Tølini fyri Dag og Viku liggja væl oman fyri líknandi tøl fyri tíðindasendingar í okkara grannalondum.

Stuðulskonsertin fyri Ukraina fekk góða undirøku
Stóra stuðulskonsertin til frama fyri Ukraina næstsíðsta sunnukvøld gav Reyða Krossi 8,3 mió. at brúka til tey neyðstøddu. Eisini her vóru hyggjaratølini góð.

Út við helmingurin – 48 prosent – hugdu eftir konsertini, sum var send úr Lívdini í Hoyvík.

Landsdysturin móti Gibraltar 26. mars savnaði 26,4 prosent framman fyri sjónvarpsskíggjan.

Vanliga eru hyggjaratølini fyri landsliðið væl hægri, men mótstøðuliðið og tað, at dysturin var spældur leygardag kl. 17 hava helst gjørt mun, heldur kringvarpsstjórin.

Hann leggur afturat, at hyggjaratølini fyri ítrótt sum oftast eru góð. Eitt nú hyggja yvir 30 prosent eftir 3-2 sendingunum mánakvøld.

Tað er Spyr.fo, sum hevur gjørt hyggjarakanningarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo