Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Øsingin í KvF um COVID-19 tók eina ótespiliga vend, nú landsmiðilin leyp á alla vaksinu-skipanina og hennara upphavsmenn, tí at nøkur fólk hava fingið COVID-'prikið' fyrr enn ætlað smbr. kunngjørdu raðfestingini.

Eitt nú hevur KvF nevnt, at føroysk sendifólk í Beijing og London og teirra makar eru tikin fram um onnur í bíðirøðini til 'pirkingar'.

So mugu fólk sjálvi finna út av, hvørji tey 'seku' eru, ið umboða Føroyar í Kina og Bretlandi.

Men serliga ein persónur hevur verðið navngivin, hongdur út ferð eftir ferð og toygdur í hvørjari lykkju alment.

Tað er Tummas Justinussen, ið KvF hevur útnevnt til 'reiðara' og enntá til 'eigara' av Norrønu.

Tey kundu lagt afturat orðini: "ein av nógvum partaeigarum í Smyril Line, t.m. landstýrið'.”

Men tað er neyvan ætlanin at sleppa Tummasi lættari undan ringari umtalu.

Hann hevur sum samfelagsuppgávu at verða bankaður moyrur hvønn dag, um gjørligt.

Vinnulívsmaðurin og útgerðarmaðurin Tummas skal væl dippast í tjøru og rullast í fjøður alment og verða dømdur sekur av landsmiðlinum.

Tummas skal teljast ímillum tey 'óndu', ið taka plássið í 'bjargingarbátinum' á okkara COVID-fongda Titanic fram um tey sjúku, veiku, gomlu og tey annars ábæru, ið hava fyrsta pláss í bjargingini, áðrenn COVID brýtur inn yvir skútuna Føroyar eina ferð aftrat.

Uttan at vita tað, so er hugsandi, at Tummas o.o. starvsfólk hjá Smyril Line hava verið í COVID-herjaða Danmark í vár í sambandi við umbygging fyri 10-tals miljónir av Norrønu, so hon kann halda fram at vera Føroya nú uppstigaða og stolta flaggskip.

Tað er skeivt at senda gott, óvaksinerað fólk í neyðugum og gagnligum ørindum uttanlands fyri Føroya land og fólk.

So kunnu heldur vit sjúku, gomlu og veiku í COVID-fríum Føroyum bíða eina sproytu ella tvær, nú vit fáa fleiri 100 vaksinur hvørja viku.

So, tit reinu og skæru vinnulívs revsarar í Sortudíki: gevist at happa okkara røsku landsmenn í vinnuni um COVID.

Tað líkist ongum og er ikki uppgávan hjá ’4. statsvaldinum’ (forbarmi seg), at tit bera tykkum at sum ákærar og dómarar yvir tykkara navngivnu og frammanundan dømdu og seku, ið onga verja fáa, men bara bukku oman á bukku úr Sortudíki.

Teir/tey gjørdu ikki annað, enn leiðslan í Heilsuverkinum gjørdi, tá tey vórðu vaksinerað, áðrenn tey høvdu tørn.

Vit unna øllum føroyingum vaksinu skjótast gjørligt.

Men nakrir tímar, dagar ella enntá vikur fyrr ella seinni gera lítlan mun.

Nálina fáa vit ivaleyst øll 2 ferðir áðrenn í summar.

Tummas Justinussen er ein av okkara dugnaligu vinnulívsmonnum í fiski-, offshore-, farma- og ferðavinnuni við meðábyrgd av fleiri 100 dugnaligum sarbeiðsplássum og starvsfólkum, ið draga 100-tals mió kr hvørt ár heim í okkara felags reiður, Føroyar.

Gevið Tummasi arbeiðsfrið – til fólksins og landsins gagn og vælferð.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo