Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

At Tjóðveldi hevur fingið eitt sterkt umboð í tíðindadeildina í ”neutrala” KVF er sjónligt.

Tað góða við nýggja politiska leigusveininum í Sortudíki er, at hon als ikki krógvar sínar politisku hógvar.

KVF hevði í gjár ómakað sær at fara til Sørvágs fyri at hava samrøðu við ein sambandsmann, ið fekk ov fáar atkvøður fyri at røkka innum tinggátt.

Hesin sambandsmaðurin var frustreraður.

Hann tyktist ikki at hava nógv skil á fiskivinnuni og kundi ikki vísa á nakra alternativa fiskivinnukós.

Hann vildi m.a. geva uppboðssøluni ein tjans, uttan at vita, at uppboðssølan hevur havt møguleikan at prógva sítt virði, men er dumpað í Føroyum og alla aðra staðni, har hon hevur verið roynd.

”Dagur og Vika” í gjár mann vera eitt tað grovasta dømi um manipulasjón sum KVF higartil er komið við.

Her slapp ”serligi” milliard-búskaparfrøðingurin hjá KVF at hóreiggja sær uttan nakað sum helst mótspæl.

Milliard-frøðingurin rør uppundir, at roknskapirnir hjá reiðaríunum ikki eru álítandi og at tilfeingisgjaldið átti at verið eina milliard árliga og ikki 300 mió. kr.

At insinuera um roknskaparfalsan er ein grov ákæra, sum ein Public Service stovnur átti at verið varin við at givið innivist.

Undir øllum umstøðum áttu tey, sum hava ábyrgd av hesum ”falsaðu” roknskapum, at sloppið at vart seg, um KVF ynskir at virða góðan fjølmiðlasið. 

Men KVF byrjar at líkjast sær sjálvum.

Er tjóðveldisdaman í aktueltdeildini nú farin undir at avprøva Ivan, fyri at kanna hvussu langan snór tjóðveldispolitikkurin fær í ”neutrala” KVF?

Hevði tilfeingisgjaldið farið úr 300 mió. kr. uppí 1 mia. kr. árliga, sum milliard-frøðingurin mælir til, hevði avleiðingin verið púra greið.

Tað hevði merkt, at hvørja ferð tríggir makrelar verða veiddir, skal landið hava tveir makrelar í tilfeingisgjaldi.

Bara triði hvør makrelur er nú eftir at rinda manningarhýru, fiskireiðskap, olju, útgerð, fyrisiting, nýíløgur, kapitalkostnað osfr. osfr.

Tá høvdu reiðaríini farið sendandi á húsagang og flotin hevði ligið.

Landskassin hevði tá heldur ikki staðið eftir sum vinnarin.

Bara øvundsjúkan og ”setursfrøðin” høvdu tá sigrað.

Barbara Holm styðjar seg til útrokningar frá óheftum serfrøðingum.

Men útrokningarnar fær eingin at síggja og serfrøðingarnir eru huldufrøðingar.

Mann skuldi trúð at talan var um hernaðarlig loyndarmál. 

Hetta er KVF uppá tað besta.

Men hvat sigur Ivan?

Ætlar hann at góðtaka hetta svansið.

Stjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini verða hildnar.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo