Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Við seinasta løgtingsval fall KVF samgongan og frustrasjónirnar síggjast aftur í sendingunum.

Í KVF verður alt niðurskotið, uttan mun til, hvat Landsstýrið vil ella ger.

Verða veiðurættindi til uppsjóvarfisk tillutað reiðaríum, sum hava skip og útgerð, ið er egnað til hesa veiðu, so finst KVF at landsstýrinum, av tí at loyvi verða tillutað teimum, ið eru væl fyri fíggjarliga.

Velur Landsstýrið at tilluta loyvi til veikara partin av flotanum, er KVF í øðini, av tí at loyvishavarin nú ikki megnar at veiða henda fong og tí er talan um reinan stuðul.

Landsstýrið hevur ongan møguleika at fremja ein fiskivinnupolitikk, ið kann kyrra grátin, vreiðina og øsingina í KVF.

Kanska høvdu spinndoktararnir og milliardfrøðingarnir í KVF sovið betur um náttina, um fullkomið veiðubann varð sett fyri at veiða makrel, sild og svartkjaft.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo