Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Degi&Viku var eitt innslag um trý tey ríkastu reiðaríini.

KVF hevði fingið ein búskaparfrøðing at rokna út, hvussu nógv hesi reiðarí fara at eiga á bók um nøkur ár.

Haldi tað er undir alt lágmark, at ein almennur public-service stovnur sum KVF, ikki kann seta navn á henda búskaparfrøðingin.

Tað er nærliggjandi at hugsa sær at hetta helst er onkur sum stendur onkrum starvsfólki í KVF sera nær.

Hugsi tað hevði verið ramaskríggj, um DR í TV-avísini brúkti duldan búskaparfrøðing sum høvuðskeldu, at kritisera politikkin hjá donsku stjørnini.

Kom nú KVF, sig okkum, hvør hesin búskaparfrøðingurin er?

Hvønn smæðast tit?

Sjómaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo