Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Valið nærkast, og KvF roynir av øllum alvi at bjarga 15-manna sosialistisku samgonguni til 4 ár aftrat í landsstýri.

Løwe, Ingolf og Elgeirsdóttir eru lopin úr KvF (fyribils) inn á dekkið á sosialistiska lasafarinum, Tjóðveldi, til at greiða politiska fløkjustampin hjá Hoydal.

Høgni (Mohr) er hoppaður inn um aftur svinghurðina í Sortudíki (er starvið lýst leyst?) at stríðast fyri sosialismu ímóti føroyingum.

Frægastu ráð til at kverkra fiskivinnuna eru at hála kommunistiska ‘krígsrossið’ Oskarsson úr ideologiska skýmaskotinum, har hann hevur goymt seg, síðan hann lærdi Hoydal at heysa, kryvja og magadraga fiskivinnuna.

Oskarsson tevjar nú krútroyk og greiddi frá, hví Tjóðveldis- og aðrir sosialistar ikki bert skulu svæva tey 3 reiðaríini við góðum avlopi, men øll skip við halli niður í landskassan.

Øll skip skulu helst ígjøgnum sosialistisku uppboðskvørnina.

Allir kommunistar kitla sum Oskarsson øvundina hjá fólki við at tramansgera tey, ið klára seg væl, fyri at ríva øll niður á botn, har kommisararnir ráða.

Soleiðis beindu Oskarssons meiningsfelagar fyri gamla Russlandi, Italia, Týsklandi, Portugal, Spania, Kina, so tey blivu (national)sosialistisk.

Eftir kríggið fóru flestu gomlu hjálondini hjá Evropa í Asia og Afrika sama veg. Tey flestu rulla enn í sama sosialistiska runudíki.

Sosialistiski politikkurin hjá Oskarsson hevur í 40 av heimsins londum til ymsar tíðir kostað íalt 110 mió mannalív.

Oskarsson ekkóar búskaparpolitikkin hjá kommunistum sum Ceauscescu, Pol Pot, Hoxha, Mao, Stalin, Castro, Hitler, Mussolini, Ho Chi Minh, Chavez, Mugabe, Maduro osfrv, osfrv.

Ja, Hermann, hví ikki koyra Føroyar inn á somu planbúskaparligu hálkubreyt niður á sosialistiska mórubotnin, har øll hava tað líka vesælt?

KvF og Oskarsson draga somu sosialistisku línu. Nú vantar teimum báðum bert at vinna valið við øvund móti teimum 3-4 reiðaríunum, sum í løtuni klára seg væl, og so fíggjarliga at beina fyri øllum, eisini hinum, ið hava tað stríggið.

Lat fiskivinnuna gjalda skatt av avlopi, nógvan skatt av stórum og lítlan skatt av lítlum avlopi, eins og øll onnur. 

Fiski- og alivinnan halda øllum samfelagnum uppi, sum er, og fara at gera tað frameftir, uttan at tær skulu kroystast í hel.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo