Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst kom sendingin ”Fólk hava ilt við at trúgva vísindunum”, síðani ”Gud signi Føroyar” og nú ”Credo við lívfrøðingi”.

Felags fyri sendingarnar er, at lurtarin skal fáa fatan av at menningarlæran er staðfest sum væl grundað, kjølfest við vísindaligum greiningum. Hetta hevur ikki hald í veruleikanum. Menningarlæran er ein hypotesa, tilgiting, sum ongantíð er vorin undirbygd vísindaliga. Við meira enn øld á baki, uttan at vísa fram vísindalig prógv fyri sínum uppáhaldi, er hon í dag at meta sum Darwinistisk trúðarlæra.

Menningarlæran hevur ongantíð verið fevnd av grundreglunum fyri vísundarliga gransking, so sum vit síggja tað innan øll onnur fakøkir. Tað finnast eingi vísindalig data sum stuðla undir menningarlæruna, makroevolutión. Hon er hinvegin í djúpastu andsøgn við matematikkina, læknavísindi, og gerandis logikk, refleksión og intuitión.

At KVF í sendingini Credo lýsir menningarlæruna sum vísindi, ”reint fakta”, sum tey málbera seg, er ikki til at skilja. Neyvan nøkur gransking hevur verið so óreiðulig, sum sokallaða ”granskingin” kring menningarlæruna.  At draga Kepler, Kopernikus, Galileo og Newton, reiðuligar granskarar, niður í hetta díkið, kann ikki lýsast øðrvísi enn mannminkandi. Og hugstoytt, at KVF letur sum um eingin greining av menningarlæruni er farin fram seinastu 70 árini, tá menningarlæran aðrastaðir verður lýst sum tilgiting, í stórari kreppu.

Søgan um ”Darwin finkurnar” er ikki sonn, so sum hon varð borin fram í Credo, og annars lýst av lívfrøðini í skúlabókunum, men tilvitað lagað til Darwinistisku trúðarlæruna. Hvat enn lívfrøðin ímyndar sær, so hevur vísindin fyri áleið 40 árum síðani greinað avbjóðingina, har ”funka” innbygd í DNA’ið, gerst virkin undir stress, eitt nú tá kappingin um føði gerst ov stór. Hetta er júst í tráð við granskingararbeiðið hjá Barbaru McClintoc, sum gav henni Nobel heiðursløn í 1983. Og hví ikki líta á vísindi, er nærlagt at spyrja KVF og lívfrøðina?

Vit trúgva ikki vísindum
Inngangurin til sendingina ”Fólk hava ilt við at trúgva vísindunum”, var ikki sørt tragikomiskur, tá ein týðandi orsøk til at vit hava ilt við at trúgva vísindum er júst hon, at menningarlæran, stuðlað av fjølmiðlum, hevur í eina heila øld, sátt álvarsama siðspillu í hugtakið vísindi.

Í innganginum staðfestir KVF, ”sum Satt, at vit stava frá eini havveru”, og ”sum Rætt, at ættfaðir okkara búði í trøðunum”. Hetta er sjálvsagt uppáhald, sum ongatíð er prógvað vísindaliga, verður tað ongantíð, hevur tað eygsæð ikki fyri neyðugini, og kann í dag bólkast sum lærusetningar í Darwinistisku trúðarlæruni.

At vit soleiðis, sum børn og ung, eru trúttaði við Darwinistiskum lærusetningum, og tvungin at játta Darwinistisku trúðarlæruna sum vísindi, nú í eina heila øld, er júst ein orsøk til at vit sum tilkomin hava ilt við at trúgva vísindum. Tílíkur atburður eigur ikki at kunna fara fram í einum siðmentum samfelag. Her røkir politiska skipanin ikki sínar skildur!

Almenn áheitan á Kringvarpsstýrið
Fari við hesum, alment, at heita á Kringvarpsstýrið um at geva sær stundir at lurta eftir samrøðuni við professara James Tour, sum greiðir frá hvussu lítið vit vita um upprunan til lív, og hvussu júst atburðurin hjá lívfrøðini, stuðlað av fjølmiðlum, beina fyri álitinum á vísindi sum heild, sí her: https://www.youtube.com/watch?v=r4sP1E1Jd_Y

Áheitanin fevnir eisini um, við støði í andanum í ”public service-sáttmálanum”, um at vera óheft og saklig, at Kringvarpsstýrið áleggur KVF, at taka aftur Darwinistisku trúðarsetningarnar, ”sum Satt, at vit stava frá eini havveru, og ”sum Rætt, at ættfaðir okkara búði í trøðunum”, tá hetta eru tilgitingar, sum á ongan hátt eru undirbygdar vísindaliga, og tískil ikki kunnu staðfestast sum ”Satt og Rætt” av KVF.

Darwinistiskar halgimyndir
Sendingarnar í KVF fáa ivaleyst fleiri at hugsa um mongu Darwinistisku halgimyndirnar. Ein týðandi orsøk til at menningarlæran kom inn í skúlaskipanina í USA, var Darwinistiska halgimyndin ”Nabraskar maðurin”. Ein lygisøga frá 1922, har borið varð fram, at 6 milliónir ára gomul tonn stavaði frá manni, sum skuldi eitast at vera millumlið millum okkum og apuna. Tó tonnin var av grísaslagi, á lívi í Paraguay, so náddi ”vísindin” kring menningarlæruna sínum endamáli, borin á lógvum av fjølmiðlum. Ligusøgan hevði eisini ein rasistiskan undirtóna, nevniliga at lýsa, at vit hvítu stavaðu sostatt ikki frá svarta Afrika.

Slóðina frá hesari, og ørgrynni av øðrum Darwinistiskum lygisøgum, kunnu vit fylgja heilt inn í Mentamálaráðið, har m.a. portalurin snar.fo lýsir 200 ára hátíðarhaldið fyri Darwin. Áhugavert hevði verið at fingið paleontologin Günter Bechly, sum skipaði fyri Darwin hátíðarhaldinum í Stuttgart, at lýst sína ferð í Darwinistiska umhvørvinum, sí  https://www.youtube.com/watch?v=fqiXgtDdEwM

Nú KVF og lívfrøðin standa spyrjandi, ”hví fólk hava ilt við at trúgva vísindunum?”, so standa onnur undrandi, - og seta sær spurningin, ”styrkir atburðurin hjá KVF og lívfrøðini, í omanfyrinevndu sendingum, álitið á vísindi?”

Mourits M. Joensen
https://revolutionarybehe.com/

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo