Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

MAÐUR OG KONA (KVINNA): Sambært orðabók Sprotans er maður eitt fólk av kallkyni, og kona (kvinna) er eitt fólk av kvennkyni.

Í enskum máli kann ”man” merkja menniskja. Gamalt føroyskt hevði partvíst tann týdningin, men á okkara døgum er ein maður ein maður, og ein kvinna er ein kvinna.

Annars hevur málfrøðin eisini mælt til, at vit siga og skriva løgtingskvinna.

MANNTAL, MANNAMÚGVA o.s.fr.: Hasi orðini skulu vit varðveita og brúka, men tað sømir seg ikki at nevna eina løgtingskvinnu løgtingsmann.

Stuttligt var at síggja, hvussu bilsnir løgtingsmenn gjørdust, tá sjónvarpið kallaði teir løgtingskvinnur!

KALLMAÐUR, KVENNMAÐUR: Gomul heiti, sum kunnu brúkast í skemti ella at prika eitt sindur við, men ikki til at broyta kvinnur til menn í 2020.

MEMBER, MEDLEM, LIMUR: Í bretska og danska tinginum eru hasi orðini kynsleys, men, gott í tykkum, nevnið ikki kvinnur við kallkynsorðinum, limur, sum onkur mælir til!

BÁTSFORKVINNA og at KVENNA: Hava kappróðrarkvinnur ikki eina bátsforkvinnu á bátinum? Kanska skulu vit smíða sagnorðið, ”at kvenna”, soleiðis at kappróðrarkvinnurnar kunnu kvenna bát heldur enn manna bát!?!

HUGTAKAFLØKJA: Einaferð var á løgtingi okkurt ógreitt og fløkjaligt við ”maka 1 og 2”. Nú er lagamanni at taka skjótar avgerðir, soleiðis at greitt er, hvør er maður, og hvør er kvinna. Vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Góðu løgtingsfólk! Gerið ikki hetta einfalda mál so fløkt við uttanumtosi! Latið nú kvinnu vera kvinnu og mann vera mann!

Við kvinnu- og manskvøðu
Eyðun á Borg
(strangur málrøktari)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo