Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein kvinna í USA hevur átt eitt barn við korona andevni í blóðinum. Kvinnan var blivin koppsett við koppingarevni frá fyritøkuni Moderna tríggjar vikur áðrenn hon átti, og hevur ført immunitetin víðari til ófødda barnið, skriva fleiri miðlar.

Vanliga er tað so, at móðirkakan verjir barnið í ávísan mun ímóti ymsari smittu, sum mamman kann hava í blóðinum. Hinvegin sleppur andevni, sum mamman hevur í blóðinum, at fara víðari til barnið, sum soleiðis verður vart fyrstu mánaðirnar av lívinum.

- Tí er hetta ikki so óvæntað. Men tað verður spennandi at síggja, hvussu leingi barnið fer at hava andevni í blóðinum, sigur Anne-Marie Nybo Andersen, frá deildini fyri fólkaheilsuvísund á lærda háskúlanum í Keypmannahavn við DR.

Hon leggur tó afturat, at hetta ikki er nøkur trygd fyri, at fostur ikki taka skaða av at mamman verður vaksinerað. Í Danmark verða kvinnur sum eru við barn ikki koppsettar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo