Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Næsta bókin um stállínuskipini er nú komin.

Í bókini eru frásagnir frá øllum teimum línuskipunum sum komu í 1961, umframt frá virkseminum hjá teimum sum vóru komin frammanundan.

Í 1961 komu 18 nýggir línubátar til Føroya. Teir flestu vórðu bygdir í Noreg, men tað var eisini í 1961, at Tórshavnar Skipasmiðja vildi sleppa upp í part, og bygdi fyrsta línubátin.

Avtala var eisini gjørd við franska skipasmiðju um at byggja línuskip, og tey fyrstu sóust eisini í føroyska flotanum í 1961.

Í bókini eru nógvar frásagnir frá fólkisum annaðhvørt vóru við til at byggja línuskipini, ella sum sigldu við teimum.

1962 var árið, tá fyrsti kokkadrongurin, ella rættari sagt, fyrsta kokkagentan royndi seg umborð á línubáti. Hon var ein túr í Grønlandi, og eingin genta royndi tað aftur.

Stállínuskipini løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagið, saman við teimum skipum sum annars komu til landið. Men tað var strævið lív, og menn vóru burtur ein stóran part av árinum.

Skipini vóru góð, og tí bæði sigldu og fiskaðu tey alt árið.

Í 1962 var árið, tá fyrstu menninir sjólótust við línubáti. Annar hvarv á veg heim úr Grønlandi, og hin slerdi út á ísfiskaveiðu undir Føroyum. Báðir menninir vóru úr Haldórsvík, og teir vóru systkinabørn.

Næsta bókin um stállínuskipini er meir enn 300 síður.  

Hon verður at fáa um alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo