Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kvinnubólkurin í Vágum: Á altjóða kvinnudegnum tann 08.mars í ár, var ætlanin at geva ársins herðaklapp, sum Kvinnubólkurin í Vágum hevur givið kvinnum, sum á ein ella annan hátt hava gjørt nakað serligt fyri vinnulív, mentanarlív, ítrótt og samfelagsgagnligt arbeiði v.m.

Sum kunnugt, var tiltakið avlýst vegna forfall, og einki hendi síðan, tí landið varð afturlatið í nærum 3 mánaðir.

Á samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, var ársins herðaklapp latið Thordis Skaalum í Sørvági fyri hennara stóra og mennandi arbeiði til frama fyri mentanarlívið í Sørvági, Vágoynni, og í landinum sum heild. Thordis hevur á mangan hátt gingið undan á mongum økjum. Hon hevur verið politiskt aktiv, hevur sitið í bygdaráðnum í Sørvági, hevur í sínum arbeiði við gomlum og sjúkum gjørt mun fyri viðskiftafólkini á heiminum, og sum fótarøktari vitja hjá teimum, sum ikki kundu koma út sjálvi. Hon hevur sjálv staðið á palli til skemtunar, og er ofta at hoyra við einum góðum orði til veitslur o.a. Thordis torir at siga sína meining, og kempar fyri tí, hon trýr á. Country- og Blues festivalurin í Sørvági er eitt gott dømi um hennara hugflog og áræði, har hon saman við mongum sørvingum, hevur byrjað eitt frálíkt og fólksligt tónleikatiltak, sum vit vóna fær mong og góð ár frameftir. Vit gleðast um at kunna heiðra hesa megnarkvinnu. Takk fyri títt arbeiði og Guðs signi teg og tíni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo