Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kvinnuligir sjónvarpsvertir í Afghanistan gevast nú við mótmælunum, sum tær annars hava hildið uppá mótvegis krøvunum hjá landsins talibanstýri sum krevur, at tær skulu ikki vísa meira enn eyguni, tá tær eru frammi á skýggjanum.

Í dag bóru tær allar slør.

Tær hava fingið at vita, at tær skulu brúka slør fyri andlitið, annars missa tær arbeiðið. Eisini kunnu menn teirra missa arbeiðið, hava talibanarnir boðað kvinnunum frá.

Tað er tað illa gitna Ráðið fyri Fremjan av Góðum Eginleikum og forðan av Ódygdum og Lastum (leystliga umsett) sum hevur sett kvinnuligu sjónvarpsvertunum kravboðini, sum tær nú hava valt at ganga undir, eftir øllum at døma fyri ikki at missa arbeiðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo