At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so átjanda leikritið, ”VÓNBROT”, sum danski høvundurin Charlotte Eilersgaard (1858-1922) skrivaði miðskeiðis í 1890-unum. Hetta er leikur  í tveimum pørtum. Kristin í Geil (1877-1935) týddi til føroyskt. Leikurin hevur, tað vit vita, bara verið leiktur í Havn (í 1928).

Á donskum nevnist leikurin ”GERTRUD”.

Verkini hjá Charlotte Eilersgaard viðgera serliga tær broytingar, sum hendu innanhýsis, tá ið kvinnur fóru at vita til sín sum kvinnur og hildu uppá, at tær kundu fara út at arbeiða.

Hesum viðvíkjandi var sjónarhorn hennara tvítýtt: Hon viðurkendi, at tað var eitt framstig, at kvinnur løgdu til brots í politiskum starvi og fingu møguleika at fara út at arbeiða. Men hinvegin helt hon, at øll vóru best farin, kundu møður vera um børnini heima.

Í øllum tí, hon skrivaði, sæst týðiliga, at hon heldur við tí kúgaða partinum, tí, sum er við sviðusoð.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 18 er 90 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo