Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi: Kvinnur fingu í 1915 valrætt og valbæra til Løgting og Fólkating. Sostatt fingu kvinnur rætt at verða løgtingsmaður, landsstýrismaður ella løgmaður.

Fyrstu kvinnurnar vórðu valdar á ting í 1978, har okkara Karin Kjølbro var ein teirra. Fyrsta landsstýriskvinnan varð sett í 1985, ið var okkara Jóngerð Purkhús. Tjóðveldi átti eisini fyrstu landsstýriskvinnur í fíggjarmálum, vinnu- og umhvørismálum og samferðslumálum umframt yngstu landsstýriskvinnuna. Undanfarna landsstýrið var fyrsta landsstýrið í Føroya søgu við fullari javnstøðu.

♀ 16 kvinnur hava verið landsstýrismenn

♀ 28 kvinnur hava verið løgtingsmenn

♀ 1 kvinna hevur verið løgmaður

Hesar kvinnur verða í dagligari talu og í miðlunum róptar løgtings- og landsstýriskvinnur – men á pappírinum eita tær enn menn.

“Eftir løgtingsvalið í 2019 eru bert 8 av 33 løgtingsmonnum kvinnur. Um tey, ið verða vald inn á ting, framvegis skulu verða rópt løgtingsmenn, landsstýrismenn, løgtingsformenn, nevndarformenn og løgmenn, kann mann seta spurnartekin við, hvørt Stýrisskipanin leggur upp til, at hesi skulu vera annað enn mannfólk. Tí er tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um kynini,” sigur Hervør Pálsdóttir

Tíðin er búgvin at sleppa kravinum um at løgtingskvinnur skulu eita løgtingsmenn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo