Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi, sum akkurát hevur fylt 100 ár, góvu okkum herfyri eina flotta standmynd av Elinborg Lützen.

Takk fyri tað og tillukku við tí!

Aðra staðni í landinum eru kvinnur anonymar standmyndir og oftast spillnaknar, hjá manninum at betrakta.

Vit kunnu nevna Kópakonuna í Mikladali, Tarira við Viðarlundina og konurnar uttanfyri Keypsamtøkuna í Tórshavn.

Tær eru allar spillnakar og flestu, sum fotografera tær, eru freistaði til at føla uppá tær, hóast tað er i spølni.

Hetta elvir til at uppvaksandi ættarlið fer at halda kvinnur vera eitt objekt, sum ikki bara er til at betrakta hjá manninum, men sum eisini altíð er tøk at taka, so sum maðurin vil.

Hetta er lítið sømuligt og gongur móti øllum kvinnustríði, sum eg fati tað.

Tí fegnist eg um, at Klaksvíkin - her tey siga at einans mannligir reiðarar ráða - hevur eydnast at fáa eina standmynd av eini veruligari kvinnu, sum øll kenna.

Hon er ikki nakin, men er ílætin og sitandi, so sum Elinborg plagdi at sita, hóast sigarettin er sensurerað burtur.

Nú vil Tórshavnar kommuna eisini gera sum vit í Klaksvík.

Men har suðri vilja tey verða eina tonn betri, tí undir páskotinum av crowdfunding (hópfígging) vilja tey fíggja standmynda, sum skal vera av Andreu Árting.

Tað eru kvinnur, sum eru í politisku og umsitingarligu leiðsluni í Tórshavnar kommunu.

Tí undrar tað meg, at tær ikki sjálvar kunnu fáa undirtøku av kommunalari fígging av eina standmynd av eini kendari kvinnu í Havn.

Hvussu ber tað til, at mannfólkini í Klaksvík kunnu fíggja eina standmynd av eini kvinnu í Klaksvík, men kvinnur í Havn ikki kunnu fíggja eina standmynd av eini kvinnu í høvuðsstaðnum?

Klaksvíkskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo