Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein óvanligur tilburður í Hamad floghavnini í Doha í Qatar hevur fingið Australia til at biðja Qatar um eina frágreiðing.

Kvinnuligu ferðafólkini við einum flogfari hjá Qatar Airways vórðu tvungin til at vera við í undirlívskanning, eftir at ein nýføðingur var funnin í einum almennum wc í floghavnini. Og sum um tað ikki var ein nóg skelkandi hending, so vóru ferðafólkini tvungin til at lata seg kanna, sum skilst fyri at vita, um mamman at barninum var teirra millum.

13 av ferðafólkunum vóru úr Australia, og tey hava meldað tilburðin til australsku samveldisløgregluna, sum hevur biðið Qatar um eina frágreiðing. Hana vænta tey at fáa áðrenn vikan er liðin.

Sum skilst bleiv mamman at nýføðinginum ikki funnin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo