Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kvinnurnar hava valt at skiftast um at skriva referat av hvørjum dysti. Í dag var fyrsti landskappingardystur leiktur og hervi okkara fyrsta referat.

Í gjár fóru vit til Suðriar, soleiðis at vit kundu verða væl fyri til dystin ímóti TB í dag.

Dysturin byrjaði klokkan 14.00 og tær í byrjaðu inni vóru: Jónva sum hevari, Helga á diagonalinum, Katla og Sissal á kant, Annika N. og Maria á miðjuni og Tórfríð á libero plássinum. Á bonkinum vóru: Tórunn, Eyðvør, Hervør og Vivian.

Í fyrsta setti eru vit langt frammanfyri, vit hava ótrúliga góðar serv at byrja við og góður geistur. Vit spæla stabilt, men so hava vit heili 5 servifeilir og servitrýsti fellur, hetta ger at settið blívur javnt. Men vit klára at vinna settið 25-21.

Í øðrum setti er sama uppstilling. Hetta setti var eisini sera javnt, vit fylgjast upp á 16-16. Vit vinna nakrar góðar bóltar, og so er 21-19 til SÍ. Men TB svarar aftur við nøkrum góðum smashum og koma uppá javnt 21-21. Sissal er ótrúlig í álopinum og klárar at halda høvdið kalt sjálvt um tað er javnt, eitt kanón smash og so er 22-21 til okkum. Men vit kiksa servina og so var aftur javnt 22-22. Vit hava eina langa duellu, sum TB tíverri fór avstað við. Sissal kemur so aftur við tveimum góðum smashum og so er aftur javnt 24-24. Men við góðum servum frá TB megna vit ikki at standa ímóti og TB vinnur settið 26-24.

Venjarin eftirlýsur tað høga servitrýsti og stabilar hevingar til 3 settið. Vit byrja við teimum somu leikarunum. TB kemur framum 6-4. Dómarin kemur við einari feildøming og hetta ávirkar okkara spæl eina løtu. Men vit koma uppá javnt 11-11 og fara framum 14-11. Vit hava góðan geist, góðar móttøkur og spæla væl. Vit vinna settið 25-22 og so er 2-1 í settum. 4 settið var sera rótut, vit tapa settið 25-20.

Vit skulu nú út í eitt 5 og avgerandi sett. Venjarin velur at skifta hevarin út, so Hervør byrjar sum hevari hetta settið. Hetta tykist at vera ein góð avgerð, tí hon hevur nakrar góðar serv og vit koma uppá heili 7-0. Tá støðan er 8-1 til SÍ skifta vit síðu, so nu er at halda fast. Støðan gerst 11-5. Helga fer aftur at serva tvær góðar serv og tað sama við Katlu. Tað endar við at vit vinna settið heili 15-7 og harvi dystin 3-2. Ein sera spennandi og tættur dystur. Men vit kláraðu tibetur at halda høvdið kalt og vinna imoti føroyameistarinum fra i fjør.

Settúrslitini í dag vóru 25-21, 24-26, 25-22, 20-25, 15-7.

Dagsins leikari: Katla Henriksen góðar móttøkur, vinnur nógv í álopinum)

Dagsins kempari: Tórfríð Tavsen (kempar í gólvinum, fær alt upp)

Næsti dystur verður longu mikukvøldið tá grannauppgerð verður á Giljanesi.

Skriva hevur: Vivian Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo