Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tveir dagar á rað hava kvinnur í afganska høvuðsstaðnum Kabul mótmælt og kravt at fáa frælsi eins og aðrar kvinnur í heiminum.

Kvinnurnar siga, at tær vórðu bukaðar av Taliban, sum eisini brúkti piparspray fyri at spjaða tær. Taliban sigur hinvegin, at tað var neyðugt at fara harðliga fram, tí kvinnurnar skaptu ruðuleika.

Fleiri vesturlendskir miðlar skriva um hendingarnar, teirra millum BBC og New York Times.

Ein av kvinnunum sigur, at hon mátti undir læknahond og fekk fimm pentur eftir at talibanmenn høvdu sligið hana við onkrum jarnluti.

Taliban hevur sagt, at kvinnurnar fara at fáa meira frælsi nú enn tær høvdu seinast tá Taliban hevði valdið, men hesum trúgva kvinnurnar ikki.

Tað ljóðar, at innanhýsis ósemja er í Taliban, millum annað um spurningin um frælsi til kvinnurnar, og at tað er ein orsøk til, at ongin nýggj stjórn enn er kunngjørd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo