Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Talið á kvinnum á valevnislistunum kring landið er tilsamans 35,4%. Í Vágum er kvinnuumboðanin á listunum 32,4%. Hyggja vit at báðum listunum í Sørvágs kommunu, so eru átta kvinnur uppstillaðar, og hetta er góð 38 prosent.

Hóast rímiliga høga talið, so vita vit, ið uppstillað eru, at tað als ikki var lætt at fáa kvinnur á listan.

Óteljandi skilakonur vóru spurdar, men bjóðaðu seg ikki fram. Undanførslurnar vóru nógvar, m. a. vantandi tíð og ov lítið innlit í politikk og fíggjarviðurskifti. Hetta kann tykjast løgið. Tí hyggja vit at bygdalívinum í síni heild, so halda tær seg ikki aftur, men standa fremst at fyrireika og skipa ymiskt, ið skapar trivnað í bygdini. Og mær vitandi, eru tað í stóran mun konurnar, sum halda skil á tí peningaliga við hús. Kommunukassin skal sum aðrir kassar umsitast við skili. Hann er bert størri í vavi enn húsarhaldskassin.

Hví velja eina kvinnu?

Síðstu mongu valskeiðini hevur umboðanin av kvinnum í Sørvágs bygdaráði verið evarska lítil. Hóast uppstillaðar og væl umboðaðar í bygdamyndini, so hava bert fáar konur verið við at taka avgerðir hvørt valskeið her í kommununi. Men tíbetur hava sørvingar so avgjørt møguleika at velja skilakonur í bygdaráðið hesaferð.

Tað er brúk fyri kvinnum á øllum økjum í samfelagnum, og eisini í politiskum høpi. Tað er brúk fyri kvinnuligum sjónarmiðum, tá ið avgerðir, ið raka okkum øll, skulu takast.  Kvinnur síggja ofta tingini frá øðrvísi sjónarhornum og eiga at vera við til at seta dám á, hvussu bygdin skal stýrast. Ynskiligt er, at kvinnuumboðanin í bygdaráðnum er nóg stór – helst umleið helvtin, tí so fáa vit bæði kvinnuligu og mannligu sjónarmiðini fram, og hetta er av alstórum týdningi.

Kæri veljari, ivast onga løtu í, at tær uppstillaðu kvinnurnar – bæði royndu og óroyndu, eru førar fyri at virka í bygdaráðnum. Eru royndirnar ongar, verða tær eins og hjá øðrum skjótt vunnar.
Vel eina kvinnu, - ikki bert tí hon er kvinna! Men um og tí tú heldur hana verða eitt virðiligt umboð fyri borgararnar í kommununi! Og sjálvandi velur tú eina á lista A!

Eg eri til dystin fús.

Gott val

Aimé Jacobsen – valevni á lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo