Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað sær út til at metstórur áhugi er fyri tilboðunum hjá kvøldskúlanum í høvuðsstaðarkommununi í ár.

Tá tilmeldingarskipanin lat upp í gjár høvdu 960 meldað seg til teir fyrstu 10 minuttirnar. Tað upplýsti skúlaleiðarin Jógvan Sørin Hansen fyri sendingini Góðan Morgun Føroyar hjá Kringvarpinum í morgun.

Einir 3.000 næmingar hava gingið á kvøldskúlanum seinastu árini.

Best umtókta skeiðið eitur Horn, Bein og Silvur, og har snýr tað seg um at læra at gera smykkur og skreytlutir. Annars eru tað tey handaligu skeiðini sum eru best umtókt.

Fleiri kvinnur enn menn ganga á skúlanum, tí umleið 70% av øllum næmingunum eru kvinnur. Hetta hevur skúlin roynt at bøtt uppá við at hava fleiri nýggj skeið, sum kanska eru meira til menn, eitt nú skeið í vápnatrygd og koyrikort til vatnskutara.

Trupulleikar við gjaldsskipanini gjørdu tó, at tilmeldingarnar í gjár verða strikaðar, og latið verður upp aftur av nýggjum fyri tilmeldingum um nakrar dagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo